Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Laborantar til Patologisku Kanningarstovuna


Skrivað hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan 08.11.2017 - 23:45

Lýsing Lýs her...

Eru tit laborantarnir vit leita eftir?

Vit søkja eftir tveimum laborantum til spennandi og avbjóðandi starv á Patologisku kanningarstovuni.

Okkara uppgávur fevna m.a. um:

  • at ávísa smittu/sjúku í fiski og djórum
  • reinføriskanningar fyri sjúkuelvandi bakteriu
  • at kanna mótstøðuføri hjá seyði móti ridluskriða
  • innkoyring og góðskutrygging av nýggjum kanningum
  • viðlíkahald og menning av okkara góðskuskipan.

Vit nýta framkomnar kanningar, so sum PCR, real-time PCR, sekventering, NGS, bioinformatik, ELISA, IFAT og dyrking av virus á kyknum.

Tú skalt:

  • hava lokið prógv sum laborantur ella aðra tilsvarandi útbúgving
  • duga føroyskt og/ella norðurlendskt í skrift og talu.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við:

  • omanfyrinevndu kanningum
  • góðskustýring eftir DS/EN ISO/IEC 17025
  • vanligum telduskipanum, LIMS og journalskipanini 360.

Vit bjóða eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv, har tú verður ein týðandi partur av at veita okkara viðskiftafólkum álítandi og skjót úrslit.

Bæði eru fulltíðarstørv. Tað eina við setan frá 1. januar 2018 ella skjótast til ber. Hitt frá 1. februar 2018. Lønin verður sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Roknast kann við arbeiði í vikuskiftinum.

Umsókn við avritum av prógvi, starvsroyndum og viðmælum skal sendast til hfs@hfs.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 17. november 2017, kl. 24.00.

Tú fært nærri at vita um starvið við at venda tær til Debes H. Christiansen, deildarleiðara, tlf. 556486 ella teldupost debesc@hfs.fo.


Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Endamál stovnsins er at umsita matvøru-, djórasjúku- og alilógina við tilhoyrandi kanningarstovum. Patologiska kanningarstovan er tilvísingarkanningarstova fyri fiska- og djórasjúkur. Kanningarstovan er altjóða góðkend eftir DS/EN ISO/IEC 17025 og er undir eftirliti av DANAK, www.danak.dk. Vit eru ein nútíðar kanningarstova við mest framkomnu útgerð til mýlislívfrøðiligar, immunologiskar og aðrar kanningar. Vit eru seks starvsfólk og ein lesandi.

Lýsing Lýs her...