Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Lærarastørv á Kambsdali


Skrivað hevur Miðnám á Kambsdali 08.04.2017 - 12:56

Lýsing Lýs her...

Miðnám á Kambsdali søkir eftir lærarum

Størvini eru serliga í hesum lærugreinum:

  • Alisfrøði
  • Ítrótti og heilsa
  • Sálarfrøði
  • Samfelagsfrøði
  • Støddfrøði
  • Vinnulívsrætti

Harafturat eru avloysaratímar í hesum lærugreinum:

  • Alisfrøði
  • Donskum
  • Fronskum
  • Føroyskum
  • Landafrøði
  • Miðlakunnleika
  • Støddfrøði
  • Tónleiki

Heilt fáir tímar eru eisini í hesum lærugreinum:

  • Heimspeki
  • Leiklist

Talan er um samanlagt tímatal svarandi til sjey fulltíðarstørv. Talan kann eisini verða um fleiri enn sjey parttíðarstørv, um lærugreinasamansetingin hjá teimum, sum søkja, talar fyri hesum.

Útbúgving og royndir
Tann, ið settur verður, skal hava kandidat- ella masterútbúgving á 300 ects. frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.

Umsøkjarar, sum ikki hava námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar, skulu vera sinnaðir at fara undir hesa skjótast møguligt.

Tað er ein fyrimunur at hava undirvísingarførleika í fleiri lærugreinum. Harumframt er tað ein fyrimunur at hava viðkomandi royndir.

Persónligir førleikar
Dentur verður lagdur á førleikan at skapa og menna eitt gott persónligt samband við næmingar og starvsfelagar. Dentur verður somuleiðis lagdur á evnini at bera fram fakligu vitanina á ein áhugaverdan og skiljandi hátt og evnini at leggja til rættis og leiða undirvísingarstøðuna.

Umráðandi er at hava ein positivan hugburð til ungdóm, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í menningini av Miðnámi á Kambsdali.

Skúlin leggur í setanini eisini dent á málsligu førleikar umsøkjaranna, bæði teir munnligu og skrivligu.
KT er týðandi partur í frálæru og fyrisiting skúlans. Tí er ynskiligt, at komandi lærarar skúlans hava góðar KT førleikar.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 21. apríl 2017.

Spurningar um størvini kunnu setast Páll Isholm, rektara, á tlf. 219930 ella pall.isholm@skulin.fo.

Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo.

Lýsing Lýs her...