Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Heðin Mortensen, býráðslimur

Nú eru øll glað fyri Sjóvinnnuhúsið

Andrass Skalum, limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna

Valdsins misnýtarar

Símun Gullaksen, formaður Norðoya Fólkafloksfelag

Fiskivinnunýskipanaruppskotið er ov kollveltandi

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Maðurin í nei-hattinum

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

Hvar eru klokkukláru mannagongdirnar og gjøgnumskygni


Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Lærlingur til Nema Klaksvík

Søkt verður eftir einum IT support lærlingini til Tænastu og support deildina hjá Nema í Klaksvík. Ynskir tú avbjóðingar og persónliga menning, og brennir tú fyri at kunningar tøkni og at hjálpa øðrum, so ert tú kanska rætta fólkið til starvið.


Starvið

Tú verður partur av einum toymi, sum veitir KT- tænastur til fyritøkur og stovnar. Tú sleppur at taka ábyrgd eftir áhuga og førleika, og tú verður við í alskyns uppgávum so sum kt-support, netumsiting, levering av kt útgerð og nógvum øðrum spennandi uppgávum.

Arbeiðsstaðurin er hjá Nema á Stangavegi í Klaksvík, haðani tú eisini fert at samstarva við hinar deildirnar hjá Nema í Føroyum. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Skúlagongdin í lærutíðini er í Danmark.


Tú hevur góðan læruhug og vísir opinleika og forvitni. Tú ert eisini fyrikomandi og málsøkin og kanst arbeiða sjálvstøðugt líka væl sum í toymi. Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga, og tær dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði kundanum og Nema.


Vit bjóða

Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú fært møguleikar at menna teg persónliga og fakliga og sleppur at seta tíni fingramerki á arbeiðsdagin. Tú fært eina skipaða lærutíð, og tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar. Løn og setanartreytir sambært sáttmála.


Forvitin?

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bárður Sanchez Solmunde á tel. 794 242 ella á bss@nema.fo.


Umsóknir

Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum skulu sendast til Nema á hrdeildin@nema.fo ella til, Nema, HR-deildin, Postboks 109, 110 Tórshavn. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. januar 2017. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta persóninum.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.