Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Landsjúkrahúsið og Fróðskaparsetur Føroya í átaki fyri at fáa føroyskan ungdóm at flyta til Tórshavn


Skrivað hevur John William Joensen 20.03.2017 - 08:09

Lýsing Lýs her...

Sambært felags fráboðan, sum er sent øllum føroyskum miðlum, skipað Landsjúkrahúsið og Fróðskaparsetur Føroy fyri felags átaki at fáa lesandi Føroyskan ungdóm at flyta til Havnar.

Hetta felags átakið, hjá almennum stovnum í Havn, er fyri føroyskar útisetar í Danmark og hevur nøkur ár á baki. Í tíðindaskrivinum stendur soleiðis:

Freista Føroyar teg, og hugsar tú um at flyta heim? Tórshavnar kommuna, Hugskotið, Setrið og Landssjúkrahúsið bjóða aftur í ár øllum útisetum til Tórskvøld á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Í ár verður Vinnuhúsið harumframt eisini við.

Í fjør leitaðu oman fyri hálvtannaðhundrað útisetar sær í Norðuratlantsbryggjuna at fáa kunning um starvs- og lestrarmøguleikar í Føroyum og at fáa viðkomandi kunning um at flyta heim.

Í ár fáa útisetarnir aftur høvi at netverka og at hoyra Ingunn Eiriksdóttir, miðfyrisitingarstjóra, greiða frá øllum tí, sum høvuðsstaðurin hevur at bjóða. Jónhild Rasmussen, umsitari í Hugskotinum, fer at tosa um at skapa egið starv í Føroyum. Umboð fyri Setrið fer at greiða frá møguleikum at gera lesturin lidnan í Føroyum. Umboð fyri landssjúkrahúsið greiðir frá møguleikum á Landssjúkrahúsinum, og Vinnuhúsið fer at kunna um tørvin á føroyska arbeiðsmarknaðinum og førleikar, sum arbeiðsgevarar spyrja eftir.

Umframt framløgur verður borðreitt við smáum brellbitum við føroyskum íblástri. Tiltakið er ókeypis.

Tórskvøld í Keypmannahavn verður á Norðuratlantsbryggjuni, Strandgade 91 í Keypmannahavn, 23. mars frá kl 19-

At leiðslurnar í hesum stovnum búgva í Havn og ikki hugsað út um Havnina kemur ikki sum ein skelkur, men at stovnarnir nú skelta við hesum sum almennum politikki er átaluvert og undir alt mark. At stovnar sum sita tungir á løgtings fíggjarlógini og danska blokkinum, skulu brúka part av orku síni at fáa føroyskan ungdóm at flyta inn á miðjuna í Føroyum er óhoyrt.

Men hetta vísir enn einaferð hvussu sterkar sentralistisku kreftirnar eru í Føroyska samfelagnum, og hvussu lítið tey hugsað um annað enn sín egna nalva.

Lýsing Lýs her...