Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Størv



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Høgna'sa lóg


Skrivað hevur John William Joensen 19.06.2017 - 08:38

Lýsing Lýs her...

BankNordik og Skipara- og Navigatørfelagið skrivað í hoyringsskrivið til lógaruppskotið um nýskipan hjá landstýrismanninum í fiskivinnumálum,  at landstýrismaðurin tekur sær alt ov stórt vald.

Í stuttum metir BankNordik, at uppskotið:

- ger tað minni áhugavert at fíggja Fiskivinnuna – ikki minst nýggjar aktørar

- er umfatandi og torrgreitt

- krevur ov nógva umsiting

- gevur landstýrismanninum ov stórar heimild at skipa og broyta fiskivinnuna

- skapar óvissu um fiskirættindini

- leggur upp til anti trust reglur, ið kunnu forða fyri virðisøking í fiskivinnuni

- setir ov nógvar avmarkingar og krøv til tey, sum ynskja at virka í vinnuni

LES MEIRA HER http://logting.fo/files/casestate/17147/142.16%20Skjal%20B.pdf

Føroya skipara- og Navigatørfelag skrivar:

… tekur ikki undir við at: ”Landsstýrismanninum verður heimilað á uppboði at bjóða út rættin at veiða ta nøgd” ---

Føroya Skipara- og Navigatørfelag mælir ístaðin til: ...... at ein nevnd, har landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er formaður, og sum helst hevur umboð úr øllum flokkum, verður sett at lata rættinditil kvotu av fiskidøgum, fyri botnfiskasløg, ella tons av uppisjóvarfiski, um mett verður, at tað er rúm fyri fleiri fiskiloyvum. Treytin fyri at fáa slík fiskiloyvir til at brúka eigur at vera, at reiðarin hevur skip egnað til endamálið ella sannførandi kann útvega sær skip til slíka veiðu. Og at viðkomandi persónur er skrásettur í Føroyum tey seinastu 10 árini.

Allastaðni har tað stendur: ”Landsstýrismanninum verður heimilað á uppboði at bjóða út rættindi at veiða tað nøgd” verður mælt til: at ein nevnd, har landsstýrismaðurin í fiskvinnumálum er formaður, og sum helst hevur umboð úr øllum flokkum, verður sett til at lata nýggj fiskiloyvir.

LES MEIRA HER http://logting.fo/files/casestate/17147/142.16%20Skjal%20C%20(1).pdf

Lýsing Lýs her...