Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Lat føðideildina í Klaksvík uppaftur


Skrivað hevur Jóhann Lutzen 25.07.2017 - 18:30

Lýsing Lýs her...

At taka í egnan barm og viðganga, at eitt projekt er miseydnað, er helst tað torførasta í politikki. Áðrenn tað kemur so vítt, verður vanliga alt roynt fyri at vita um tað ikki ber til kortini. Men tá vit eru komin hartil, at fólk ræðast at fara á sjúkrahúsið, er tíðin komin at svølgja teir neyðugu kamelarnar og handla!

“The road to hell is paved with good intentions”, verður sagt. Hóast sterka mótstøðu úr Norðoyggjum, so var avgerðin at niðurleggja føðideildina í Klaksvík í 2010 eisini gjørd í bestu meining. Tað ráddi um trygd, varð sagt, og smáu føðideildirnar vóru ikki nóg væl mannaðar til at kunna veita hesa trygd.

Reint lógartekniskt varð ikki tikin ein avgerð um hetta, soleiðis at skilja, at løgtingslimirnir sluppu ikki at atkvøða um tað. Játtanin til føðideildina í Klaksvík varð bert flutt til Landssjúkrahúsið, og ljósmøðurnar fingu í boði at flyta við. Ongar almennar hoyringar vóru heldur; tey einastu, ið vóru hoyrd, var tann ofta umrøddi serkunnleikin.

Avleiðingarnar sóust skjótt

Tað vardi ikki leingi, áðrenn føroyingar sóu yvirskriftir sum “Átti sonin á busssteðgiplássi” um unga kvinnu úr Fuglafirði, sum sunnudagin 10. november 2013 átti ein drong í busssteðgistaði í Kollafirði. Lætt er at rokna út, at tað hevði eydnast henni at átt á føðideild í Klaksvík, um hon framvegis var opin.

Árið eftir, 24. juli í 2014, skrivaðu vit her á Norðlýsinum undir yvirskriftini “Átti sonin við Áir á veg suður til Havnar” um kvinnu úr Klaksvík, ið føddi barn við vegin. Aftur her ger tað sama seg galdandi.

Í báðum førum hendi tað, at ambulansi mátti sendast úr Havn og koyra ímóti komandi mammuni. Tey møttust so við Áir og við tunnilsmunnan í Kollafirði, og føðingin fór síðani fram við vegjaðaran, har bilar koyra framvið við 80 km/t ferð. Eg spyrji bara – er hetta trygt?

Hvat hendi við lovaða tryggleikanum?

Tá vit so hyggja eftir, hvat barnakonurnar fingu afturfyri at missa føðideildina í Klaksvík, er ilt at fáa eyga á tann tryggleika, ið varð sagdur liggja til grund fyri avgerðini. Yvirskriftir sum “Eg fái nærum vaml, tá eg síggi Landssjúkrahúsið”, “Støðan er ótolandi”, “Gleðistundin gjørdist ein marra” og tíðindini um at ljósmøður í hópatali verða sjúkrameldaðar vegna vánaligu umstøðurnar, hava verið gerandiskostur í allan juni og juli mánað.

Av føðifyrireikingarbólkum hoyrist eisini, at barnakonur umhugsa at fara til Danmarkar at eiga børnini. Tað er nú greitt fyri øllum, at tann tryggleikin, sum skuldi eitast fyri at vera við at eiga í Tórshavn, ikki er til staðar.

Rætta feilin og lat upp aftur

Við einans at seta tað upp sum tøl og úr teimum rokna seg fram til, at tað nú er styttri fyri norðoyingar at koyra til Havnar, er lætt at koma til ta niðurstøðu, at tað ikki er nakar trupulleiki. Men tað ber ikki til at seta heilsuverkstænastur hjá barnakonum upp í eitt rokniark. Og tað ber heldur ikki til at seta avleiðingarnar av manglandi hjálp upp í eitt rokniark. Eitt rokniark er bara útgjørt til at fáast við tøl, ikki við góðsku.

Tað er ikki at taka seg aftur í, at røddir í miðstaðarøkinum í mong ár hava verið frammi um, at Klaksvíkar Sjúkrahús eigur at verða niðurlagt og spart burtur. Um niðurleggingin av føðideildini bara var fyrsti liður í eini miðvísari ætlan um tað, ganga vit myrkum tíðum í møti. Vónandi er hetta ikki so, og vónandi var burtursparingin av føðideild í Klaksvík bert eitt einsamalt átak. Tí so er lættari at broyta tað aftur.

At tað er hart fyri stoltleikan at viðganga, at ein avgerð var skeiv, vita øll. Tað er heldur ikki tað mest umráðandi í hesum føri. Tað sum nú ræður um er, at barnakonur skjótast gjørligt fáa eitt alternativ til verandi føðideild í Havn. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsini standa hølini longu klár, og tað einasta sum skal til, er at játta neyðuga peningin. Hann eigur at verða játtaður í viðgerðini av fíggjarlógini í heyst.

Eins og vit jarða okkara deyðu í Klaksvík, skulu vit eisini taka ímóti okkara nýføðingum í Klaksvík.

Lýsing Lýs her...