Elding

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Heðin Mortensen

Lygn oman á lygn!

Jóhann Lützen

Saman at standa

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

Ein skúli aftrat loysir ikki trupulleikan

Ragnar Ludvig

Hjartalag Guds

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður

Nixon og Hoydal: I am not a crook

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrislimur í TSK

Kann onki fáa frið uttanfyri høvuðsstaðin?

Sjúrður Skaale (Tala hildin á fólkafundi í Lítlu Dímun 8. juni 2017).

Lítla Dímun - lítil oyggj, stórur varði


Úr videosavninum



Kunngerðir



Til sølu



Latið NCC byggja nakrar lestraríbúðir


Skrivað hevur Heðin Mortensen 08.02.2017 - 22:11

Lýsing Lýs her...

Sitandi meiriluti í býráðnum samtykti herfyri at geva NCC loyvi at leiga eitt øki við Velbastaðvegin til starvsfólkabústaðir til tey starvsfólk, sum koma at arbeiða hjá felagnum í sambandi við gerð av tunlum til Eysturoynna og Sandoynna næstu 8 árini. Av tí at talan er um eina fyribilsloysn, so varð ikki mett, at talan var um frávik í mun til ásetingarnar í almennu byggisamtyktini? Sostatt varð ætlanin samtykt av verandi meiriluta í býráðnum.

Eitt er, at vanligar reglur ikki verða fylgdar, og at heldur ikki grannar verða eftirspurdir. Annað er, at hetta júst er ein fyribilsloysn. Talan er rætt og slætt um bláar bingjur, sum skulu standa har í 8 ár og síðani verða tiknar niður. Tá málið soleiðis verður skrumblað ígjøgnum, so fær eingin stundir at hugsa seg um. Tí um vit steðgaðu á eina løtu, kundu vit helst samrátt okkum fram til eina munandi betri loysn. Aðrastaðni eru tey júst farin undir at byggja snotiligar íbúðir til lesandi og onnur, sum harvið fáa eina góða og bíliga íbúð at búgva í undir lestri ella varandi loysn.

Undanfarni meiriluti í býráðnum hevur víst NCC á fleiri onnur byggiøkir, sum vildu verðið munandi betur egnað. Hevur man fyrst grivið alt hetta grøna økið upp, vendst ikki aftur. Hvat er hetta fyri ein býarplanlegging hjá nú verandi meiriluta í býráðnum? Tey, sum nú mynda meirilutan, hartaðu undanfarna býráð áðrenn valið um bingjur, sum skemmaðu Havnina í sambandi við havnaútbygging? Nú loyvir hesin sami meiriluti í býráðnum bingjur mitt í millum sethúsini í Havn? Er hetta býarplanlegging? Eg haldi ikki.

Hví ikki steðga á eina løtu og kanna, um íbúðirnar, sum eitt nú danir byggja sum lestraríbúðir, kundu verið brúktar ístaðin, og so gjørt eina avtalu við NCC um, at kommunan ella eitt privat felag yvirtók íbúðirnar, tá tunlarnir vóru lidnir? Talan kundi kanska verðið um eina vakrari bygging, og vit høvdu fingið nakað skilagott burturúr í staðin fyri, sum nú, at liggja skerfløt fyri tunnilsfelagnum og góðtaka eina ivasama loysn í skundi, sum bara skapir ónøgd, og sum vit einki fáa burturúr aftaná.

Heðin Mortensen

Fyrrv. borgarstjóri

Lýsing Lýs her...