Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Hví sendi Páll Á Reynatúgvu løgtingið til hús?


Skrivað hevur Hanus Samró 20.07.2017 - 14:18

Lýsing Lýs her...

Var tað ivasama undirtøkan fyri uppboðssøluni? Ella ætlar hann at koppa Høgni Hoydal av trónuni?

Eg kenni ikki svarið, men eg datt av tilvild á hetta brotið úr politisku spenningssøguni ”Hans Jensen. Tað er so óhugnaliga tætt við veruleikan, at eg kundi ikki lata vera við at flenna eftir. Brotið er frá síðu 259-267.

“Formaðurin í tjóðveldi, Hákun svartklett, ringdi. Fundurin mátti útsetast. Flokkurin var kallaður til kreppufund. Sandoyartingmaðurin, Regin á Túgvuni, boðaði frá, at hann ikki tók undir við, at 256.000 tons vórðu seld á uppboðssølu. Tíðindaskrivið var sent fjølmiðlunum... Tingmaðurin skrivaði, at hann var ikki móti tilfeingisbúð, men at koyra alla kvotuna var ikki ætlanin. Tá hann legði uppskotið fram seinast, mælti hann til 40.000 tons av makreli og 20.000 tons av sild.

Men nógv stuttligt hendi, tá flokkar og persónar komu til valdið. Tá komu ósemjurnar. Maktdystirnir

Hákun svartklett segði millum linjurnar, at útsøgnin var grundað á gamalt agg. Tað hevði leingi verið alment, at formaðurin og Regin á Túgvuni vóru ikki á bylgjulongd, men undanførslan var ov bílig. Agg var sjálvandi í politikki, sum tað var á øllum øðrum arbeiðsplássum, men royndur tingmaður fór ikki at slíta samgonguna, tí hann bríggjaði seg ikki um formannin. Tað gjørdi sandoyartingmaðurin ikki. Ikki nú, tá flokkurin júst var komin í samgongu.

Okkurt størri búleikaðist handan útsøgnina. Størri kreftir vóru uppá spæl. Hvat ítøkiliga, var óvist, men tað skuldi hann nokk finna útav.

Hans mátti skilja, hvat sandoyingurin skuldi hava afturfyri? Hvussu kundi landsstýriskvinnan keypa atkvøðuna? Hvat hevði hon at bjóða?

2. Fiskiloyvir.

Hon kundi t.d. útskriva fiskiloyvir við teirri grundgeving, at tað var neyðugt fyri økismenningina á oynni. Neyðugt varð at geva bygdunum fiskiloyvir, so bygdafólkini fingu arbeiðspláss…”

Bókin kom út í 2013.”

Lýsing Lýs her...