Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Leiðari til Korndalsgarð


Skrivað hevur Eiðis kommuna 04.04.2017 - 20:41

Lýsing Lýs her...

Eiðis kommuna søkir við hesum eftir leiðara til Korndalsgarð at byrja 1. mai 2017 ella skjótast gjørligt eftir tað.

Korndalsgarður:
Á stovninum ganga 80 børn, 54 børn eru frá 0-6 ár og ganga í barnagarð, 26 børn eru í frítíðarskúla. Frítíðarskúlin er í Eiðis skúla. Stovnurin er opin frá kl 07:00 til kl 17:00.

Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hugsjónir og vil virka fyri einum høgum námsfakligum støði. Ein leiðara, sum megnar at leiða námsfrøðiliga virsemið, starvsfólk og somuleiðis dugir at fyrisita og umsita fíggjarviðurskiftini.

Vit bjóða:

  • Eitt áhugavert starv, har tú hevur møguleika at seta dám á stovnin
  • Eitt avbjóðandi starv har tú sleppur at mynda frítíðarskúlan, tá hann seinni í ár verður fluttur í nýggj hølir.
  • Ein góðan starvsfólkahóp.


Vit vænta, at tú:

  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrinum og starvsfólkinum.
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
  • Dugir væl at samstarva, lurta og reflektera.
  • Hevur eitt vet av teldukunnleika.
  • Hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum.


Tað er ein fyrimunur um tú hevur leiðsluroyndir ella viðkomandi útbúgving.

Setanarviðurskifti
Tann, ið settur verður, skal vera útbúgvin námsfrøðingur. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, lønarstig 24-30.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jógvan í Skorini, borgarstjóra, telefon 740400.

Umsókn
Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera send til Eiðis Kommunu, Brekkuvegur 37, 470 Eiði ella til teldupost eidi@eidi.fo, í seinasta lagi tann 26. apríl 2017 kl. 12:00.

Eiðis Kommuna
Brekkuvegur 37
470 Eiði

Eiðis kommuna  ·  470 Eiði  ·  tlf. 200400  ·  fax. 423477
Teldupost: eidi@eidi.fo  ·  Heimasíða: www.eidi.fo

Lýsing Lýs her...