Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Leiklistin og tónlistin sameinast í Posthúskjallaranum


Skrivað hevur Tíðindaskriv 13.09.2017 - 07:24

Lýsing Lýs her...

Í Posthúskjallaranum í Klaksvík arbeiða tey í hesum døgum við at seta á pall spennandi leikverkætlan, sum verður frumframførd 7 oktober

Tað er EYMALEIK, ið hevur tikið stig til og stendur fyri hesi heldur ørvísi verkætlanini.

EYMALEIK, sum er sjónleikaraverkætlan hjá Eyð Matras, hevur áður framleitt einrøðuleikirnar “Sjóvevur” í 2007 og “Í tínum hondum” í 2011.

Leikurin, ið EYMALEIK fer at framføra í Posthúskjallaranum, eitur “Morgunstjørnan yvir Wittenberg”, og er einrøðuleikur um lívið hjá Katharinu von Bora.

Katharina vaks upp í einum kleystri og 16 ára gomul gjørdist hon nunna. Men í 1523 flýggjar hon úr kleystrinum, saman við 11 øðrum nunnum, og kemur til Wittenberg.

24 ára gomul giftist hon við Martini Luther, sjálvum reformatorinum.

Tjúkkar bøkur eru skrivaðar um Martin Luther, men tað er ikki fyrr enn í nýggjari tíð, at áhugi er fyri kvinnuni, sum stóð við lið hansara undir reformatiónini.

Katharina hevði stóran týdning fyri lív og virksemi Luthers. Í brøvum kallar hann hana “Mín hjartans kæra” og “Morgunstjørnan yvir Wittenberg”, og hjúnaband teirra gjørdist fyridømi hjá modernaðu Luthersku familjuni. Katharina von Bora var ágrýtin og sjálvstøðug, og hevði ábyrgdina av húsarhaldinum sum til tíðir taldi 40-50 fólk. Hon var lærd, stóð fyri øllum tí fíggjarliga og var ómetaliga dugnalig at fyriskipa. Í spølni kallar Martin Luther hana eisini fyri “Mín harra Kæthe”.

“Morgunstjørnan yvir Wittenberg”, ið Eyð Matras hevur skrivað, er ein dramatisk forteljing, um lívið hjá hesu serstøku kvinnu.

Leikstjórin, Ria Tórgarð hevur lagt dent á sambandið ímillum frásøguna, ið Eyð Matras ber fram, tónleikin, ið Magni Husgaard hevur komponerað og sjálvt hølið, ið við sínum ráu betong veggjum verður livandi karmur um sýningina.

Einrøðuleikurin um Katharinu von Bora er soleiðis bæði upplýsing, ein spennandi søga og ein heildaruppliving við tónleiki, atmosferu, ljósi, litum og lukti.

Toymið kring leikin:

Rithøvundur: Eyð Matras - Leikstjóri: Ria Tórgarð - Leikari: Eyð Matras – Tónleikur og ljóðmynd: Magni Husgaard – Ljóssniðgevi: Árni Baldvinsson - Pallmynd: Ria Tórgarð – Pallgerð: Nicolaj Falck og Klæmint Isaksen – Props og rekvisittir: Ria Tórgarð og Guðrið Poulsen – Búni: Marita Samson Sigurdardóttir – Teskari: Hervør Jensen - Framleiðslustjóri og PR: Durita Samuelsen

Ein ørvísi uppliving hjá áskoðarum, ið leggja leiðina til Posthúskjallaran í Klaksvík, har “Morgunstjørnan yvir Wittenberg” verður frumframførdur 06. Oktobur 2017.

Víðari kunning eins og brellbitar eru at finna á facebook.com/Morgunstjornan

Lýsing Lýs her...