Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



List úr Norðoyggjum í Havn


Skrivað hevur Tekst og myndir: Dávur Winther 12.11.2017 - 09:16

Lýsing Lýs her...

Í gjár lat í Listaskálanum upp forkunnug listaframsýning við list úr Norðoyggjum. Tað var forkvinnan í Mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs, Signhild V. Johannesen, sum setti framsýningina


Væl av fólki – flest við rótum úr Klaksvík – var komið saman at síggja hesa serligu framsýning. Til høvið spældi eisini Hans Andrias Jacobsen nøkur av egnu løgum sínum saman við hansara frálíka gittarspæli.

List úr Norðoyggjum er sett saman av verkum frá Norðoya Listafelagi, Norðoya Sparikassa og Klaksvíkar Kommunu, sum hava lænt listaverkini til hesa serstøku framsýning, sum verður opin fram til 21. januar 2018.

Talan er um eina røð av góðum listaverkum frá listafólkum, sum hava tilknýti til Norðoyggjar. Fleiri av hesum verkum hava ikki verið sýnd fram í longri tíð.

Listafólkini á framsýningini eru Amariel Norðoy, Edward Fuglø, Frida Zachariassen, Hanni Bjartalíð, Hans Hansen, Hans Jákup Glerfoss, Marianna Bjørgheim og Olivur við Neyst.

Hetta er ein væl samansett, fjálg og góð framsýning, sum frálíku hølini geva serligt lív.

Lýsing Lýs her...