Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Lítla Dímun - lítil oyggj, stórur varði


Skrivað hevur Sjúrður Skaale (Tala hildin á fólkafundi í Lítlu Dímun 8. juni 2017). 09.06.2017 - 10:14

Lýsing Lýs her...

Lítla Dímun skuldi verið búmerkið hjá nýggja ítróttinum - at ganga í fjøllunum. Tí hon er ikki bara okkara minsta oyggj - hon er eisini okkara størsti varði

Tá eg sum smádrongur fór at vitja ommu og abba mín í Vági og vit sigldu suður við Smyrli hugsaði eg, at tað mátti vera lætt at vera stýrimaður tann túrin, tí har var ein varði at sigla eftir: Lítla Dímun.

Oyggin hevur jú skap sum ein varði, her hon stendur mitt í sjónum og vísir fólki veg norður og suður um fjørðin.

Lítla Dímun er ein stórur varði – men hon er ein lítil oyggj. Og hon vísir vegin millum aðrar smáar oyggjar.

Tá eg vaks til fór eg at miðja eftir øðrum varðum. Varðum sum førdu út í tann stóra heimin.

Tí líka so gott sum tað er at vitja ommu sína - líka so gott er tað at vitja fremmand støð og fólk. Serliga hjá okkum sum búgva so fjarskotin her úti, mitt í sjónum.

Tí vit kunnu hava lyndi til at blíva í so óttafull; í so fordómsfull. Tá vit fara út í heimin verður tað, sum vit ræddust áðrenn vit fóru, áhugavert og spennandi í staðin.

Og tá síggja vit eisini okkara egna land við nýggjum eygum. Vit læra bæði at virðismeta tað, sum í Føroyum er betri enn aðrastaðni - og at síggja vandan fyri at vit, sum longu búgva so fjart frá øðrum, avbyrgja okkum meira enn neyðugt.

Men treytin fyri at læra nakað sum helst tá vit ferðast, er, at vit geva okkum tíð. Tað má snúgva seg um annað enn at flyta seg langar teinar. Tí sum eitt arabiskt orðatak sigur: Sálin ferðast ikki skjótari enn ein kamelur. Tá vit bara súsa frá staði til stað – tá er sálin ikki við.

Tað er hvør sítt at flúgva til Danmarkar ella at flúgva um indiska havið – og so at rógva teinin, sum Ovi Joensen og Livar Nysted gjørdu.

Tað kann ikki samanberast at fara við tyrlu úr Sumba til Fugloyar – og so at renna og svimja, sum Sigurd Lamhauge gjørdi.

Sum oftast mugu vit skunda okkum – men skulu vit síggja og læra, mugu vit geva okkum stundir. Og tað er eisini galdandi, tá vit ferðast í okkara egna landi.

Gáa meira um okkara egna

At vitja aðrastaðni víðkar sjónarringin - men útgangsstøðið má vera, at vit kenna okkara egna. Tað er okkurt galið, tá føroyingar hava vitjað allar heimsins attraktiónir, men ikki hava verið í Nólsoy.

Í flogfarinum ein dagin møtti eg einum dana, sum hvørt ár fór ein túr til Føroya - tí, sum hann segði: "Summarið er ikki komið inn í meg fyrr enn eg havi gingið verðins vakrasta túr: Úr Tjørnuvík, gjøgnum Sjeyndir og upp á Mýling. Tá eg havi verið tann túrin, er vetrardustið vaskað úr sálini".

Tað var kortini eitt, hesin danin undraðist á, tá hann var í Føroyum: Hann møtti næstan aldrin einum føroyingi, sum hevði gingið sama túr.

Men teir gerast støðugt fleiri. Vit eru farin at gáa meira um okkara egna. Føryingar stíla ikki bara móti Kastrup Lufthavn og øðrum varðum sum føra út í heim, tá nakrir frídagar eru – vit stíla eisini eftir varðum, sum føra inn í okkara egna land.

Hvønn frídag leggja nógv fólk leiðina niðan um bøgarðarnar, har tey fót fyri fót ganga seg inn í ta ríkidømi, sum vit búgva mitt í.

Hví? Tí fjallaluft er frískligari enn tann, vit draga í okkum niðri á sløttum. Tí tá eyguni sleppa at líta yvir himmal, oyggjar og hav frá einum fjallatindi, drekka tey sjónina í seg, sum turrur sandur drekkur vatn. Tí at eta eina flís við skerpikjøti eftir at hava gingið yvir um ein bratta eftir einum mjáum rákarlag - tað er betri enn at eta á Koks.

Lítla Dímun sum búmerki

Tað er so modernað at hava búmerki – og eg fari at loyva mær at skjóta upp her í dag, at hendan nýggja gongurørslan í Føroyum fær sær Lítlu Dímun sum búmerki.

Fyri tað fyrsta tí Lítla Dímun hevur skap sum teir varðar, ið forfedrarnir gingu eftir millum bygdir.

Fyri tað næsta tí hon sjálv er ein varði, sum vísir vegin millum oyggjar.

Fyri tað triðja tí fólk sum ganga í fjøllunum skjótt sanna, at túrarnir kunnu vera langir í upplivingum, hóast teir eru stuttir í kilometrum. At ganga uppá fjøll er ikki bara gott fyri okkara kropsligu heilsu. At vit eru farin at gáa meira um okkara náttúru er eisini gott fyri okkara tjóðskaparliga tilvit. Og okkara minsta oyggj - Lítla Dímun - minnir okkum júst á hetta: at tað stóra ofta finst í tí smáa.

Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond / enn síggja tað vakra, sum er í nánd?“ spyr skaldið. Og lata vit eyguni upp síggja vit tað privilegium tað er, at vit í Føroyum altíð, eftir einum hálvum tíma, kunna standa mitt í Guds fríu, óspiltu náttúru.

Gruggið fellur á botn

Fyri tað fjórða er Lítla Dímun tann minst vitjaða oyggin, og tað minnir okkum á, hvussu nógvar ógingnar føroyskar gøtur tey flestu okkara hava til góðar og hvussu nógv í okkara landi bara bíðar eftir, at vit geva tí ans.

Fyri tað fimta er oyggin óbygd. Tað minnir okkum á tann friðin, sum valdar omanfyri bøgarðarnar. Tey, sum leita niðan í fjøllini at uppliva tað stórsligna, tað dramatiska og tað vakra – tey skilja skjótt, at ferðin ikki bara er útvortis. Tá vit róliga, fót fyri fót ganga inn í landið – tá ganga vit eisini inn í okkum sjálv.

Fjøllini hava staðið síðan tíðarinnar morgun og fara at standa túsund ár aftaná at moldin hevur gloypt okkum, sum nú eru uppi á døgum. Tá vit eru í hæddunum og hyggja niður yvir bygdirnar og býirnar har vit dagliga ganga í meldrinum, tá er tað sum um, at vit síggja okkara egna lív í frásjón.

Gruggið, sum hópar seg upp tá sinnið verður saksað sundur av tíðindum og telefonum og facebook og sussi og møsni - tað líkasum fellur á botn, tá vit koma niðanfrá. Høvdið verður reint og klárt sum vatnið úr keldunum, sum vit liggja fram eftir rommum og drekka úr. Vit skilja hvat hevur virði og hvat er spill av lívi.

Vit hugsa snøgt sagt greiðari. Sum ein íðin loysingarmaður segði við meg á einum fjallatúri: Skulu Føroyar loysa, má avgerðin takast omanfyri 500 metrar. Niðri á sløttum er for nógv fjas.

Vørðumaðurin

Fyri tað sætta er Lítla Dímun so nær - og tó so fjar. Vit sigla øll framvið hesi oynni viðhvørt - men tey fægstu hava staðið her, sum vit nú standa.

Vit eru nær við onnur - men langt frá teimum.

Hetta var orsøkin til, at Heðin Brú pallsetti stuttsøguna Einsamallur í Lítlu Dímun her úti.

Í søguni dettur høvuðspersónurin - ein listamaður – oman. Hann yvirlivir, men missir vitið. Hinir hvalbingarnir finna hann ikki aftur, halda hann vera deyðan, og fara suður aftur. Teir syrgja. Men tá maðurin raknar við aftur - einsamallur í Lítlu Dímun - er hann sum í himmiríki.

Helst skrivar Heðin Brú um seg sjálvan tá hann sigur um listamannin, at hann altíð hevði verið undir eftirliti í heimbygdini, har hann bleiv happaður fyri sína trá eftir at skapa list. Ónyttu høvdu tey kallað hann. Ørvitisknokk og trøllaskort.

Heðin Brú fann sjálvur tann frið honum tørvaði til djúphugsan og íblástur tá hann í arbeiðsørindum gekk millum bygdir, og her – einsamallan í Lítlu Dímun – letur hann listamannin finna tað, honum longdist eftir:

“Hann (...) kendi tað lívslanga trýstið níva á. Túsund ferðir – hevði hann tagt, bitið í seg, boygt høvdið (...). Nústani, sum hann gekk her og á fyrsta sinni óátalað kundi vera sær, kom hetta fram fyri hann, sum tann ósjón tað var. Tá kom varsjónin til hansara, eggjandi, loysandi og gav øllum, sum sperdist í sinninum, mannagongd, útveg – í neyðsøgdum orðum, óróptum neyðarrópum”.

"(...) Men nú var vunnið. Neyðarrópini vóru rópt, umskapt til orð og ørindalag (...). Henda morgunin, hann var liðugur, fór hann oman fyri rokatromina eystan fyri hellið og setti seg. Skaparglaður, lúgvaður og ovvekraður sovnaði hann, sum hann sat í góðveðrinum.”

Í søguni er Lítla Dímun ein ímynd av hesum at fáa frið at vera tann, mann er. Og tað er ein góður varði at ganga eftir - eisini hjá okkum, sum ikki eru so øgiliga listarlig. Tá Kálvur í Feðgum á Ferð varð sendur ørindi til Seyrvágs, gjørdi hann seg bringubreiðan, setti albogarnar úr sær og ginaði avstað. Hann helt tað vera so stuttligt at vera einsamallur, tí tá kundi hann gera sum hann vildi - ropa, pissa og alt sovorði.

Omanfyri garðarnar eru vit, sum vit eru, og gera vit, sum vit vilja. Tíbetur eru vit ymisk. Summi yrkja; onnur ropa...

Mín himin á jørð

Í Saga Hvalbøar hjá Viderø greiðir Niels Jacob í Garsini frá tíðini tá tað at vinna føðina var eitt konstant stríð – men eisini eitt ævintýr, har stórfingin vakurleiki og hættisligir vandar altíð gingu hond í hond.

Men eitt stað bar av øllum. Og tað var oyggin, vit standa á. Um hana sigur Niels Jacob: “Lítla Dímun var mín himin á jørð. Nú eg við deyðans gátt lá á sjúkrahúsinum, hugsaði eg við mær: hevði tað nú verið sum í gamlar dagar, tá ið eg lá úti í hellinum í Lítlu Dímun.”

Tann ímyndaði Vørðumaðurin hjá Heðini Brú og tann veruligi Niels Jacob, sum Viderø sigur frá, teir lógu í sama helli – her í oynni. Og ta sælu teir funnu her, kunnu øll finna, sum fara út um garðarnar. Tá lærir frástøðan okkum tað truplasta kynstrið: At skilja munin millum tað, sum hevur týdning, og tað, sum ikki hevur týdning. Tað, sum vit skulu brúka tíð uppá, og tað, vit skulu lata fara.

Sporturin

Sportur kemur í alt, og tað at leita upp í hæddirnar er nú eitt slag av ítróttargrein.

Fólk seta sær fyri at vitja 10 tey hægstu fjøllini. Síðani er málið at náa topp 50, og so topp 100. Í 2012 kundi Árni Jakobsen seta krúnuna á verkið, tá hann sum tann fyrsti nakrantíð fekk tað síðsta av øllum Føroya 340 fjøllum undir føturnar. Síðani eru ikki færri enn 32 onnur komin uppí hendan exclusiva - 340-klubban.

Men tað avgerandi - bæði hjá hesum tvíbeintu fjallageitunum og øllum øðrum – er ikki at koma fyrst og vinna. Tað týdningarmikla er tann kropsliga og mentala heilsan tað gevur, saman ella hvør sær at drekka landið í seg.

Tey, sum føra ann í hesum ítrótti, eru kortini fyrimyndir. Og tann størsta mann vera jarnmaðurin úr Klaksvík, Pól Sundskarð, sum ikki bara kennir landið betur enn nakar, men sum eisini við heimasíðuni hiking.fo hevur givið okkum øllum atgongd til sína vitan.

Tey gomlu leitaðu eftir varðum - nú kunnu vit øll hava hundraðtals digitalar varðar frá Pól Sundskarð lummanum.

Soleiðis broytist alt - uttan fjøllini sjálv. So um vit nýta gamlar varðar ella hiking.fo, so er vert at lurta eftir gomlu áheitanin frá Mikkjali á Ryggi:

"Kom upp á fjallatind, lít yvir Føroyalandið! So undurføgur mynd! Her lyftist upp vár andi."

Lýsing Lýs her...