Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Størv



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Løgfrøðingur til TAKS


Skrivað hevur TAKS 19.06.2017 - 20:22

Lýsing Lýs her...

Hug til fjølbroytt juridiskt arbeiði saman við dugnaligum javnlíkum?

So skuldi tú blivið tann nýggi løgfrøðingurin hjá TAKS.

Í nýggja starvi tínum fert tú m.a. at:

  • leiðbeina málsviðgerum í lógarspurningum og eftirlitsarbeiði,
  • gera ummælir í kærumálum, klagumálum og dómsmálum,
  • leggja til rættis rundskriv og vegleiðandi ásetingar um skatt og avgjøld,
  • gera ummælir í sektarmálum.
  • Sum løgfrøðingur hjá TAKS skipar tú arbeiðsdagin hjá tær rættiliga frítt, men tú verður eisini fastur partur av løgfrøðitoymum og øðrum fakbólkum hjá TAKS, har tú fært góðar møguleikar at menna teg fakliga. Á lógardeildini eru í løtuni fýra fólk, harav tvey eru løgfrøðingar.


Førleikar tínir
Tú hevur kandidatprógv í løgfrøði, t.e. cand.jur. Valgrein í skattarætti og revsirætti er ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Tú hevur góðar málførleikar í føroyskum, bæði í talu og skrift, og førleikar í enskum eru eisini ein fyrimunur, tó ikki ein treyt.


Tú skalt eisini:

  • vera fyrikomandi,
  • duga væl at samstarva,
  • vísa arbeiðssemi og nærlagni,
  • hava hug og hegni at samskifta og at vegleiða fólk við ymiskari fakligari bakgrund.


Løn og setanartreytir
Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni TAKS á Argjum. Starvið verður væntandi sett 1. september 2017.


Hug at søkja?
Send eina umsókn við avritum av prógvum, lívrensli, viðmælum o.ø. við at trýsta á leinkið »Søk starvið« í seinasta lagi 1. juli 2017 klokkan 12.

Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Birtu Biskopstø, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á bib@taks.fo.

Lýsing Lýs her...