Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Løgmaður eigur at handlað ella skrivað út løgtingsval


Skrivað hevur John William Joensen 20.04.2017 - 10:44

Lýsing Lýs her...

At samgongufundurin á Seglloftinum á Tvøroyri endaði uttan semju, er eitt álvarsamt bakkast fyri samgonguna og trupult er at síggja nakran møguleika hjá samgonguni at finna semju um fiskivinnu nýskipanina

Øll sum hava havt við politiskar samráðingar at gera vita at tá fundir verða niðurlagdir uttan semju og tinglimir fara heim, hvør til sítt bakland, eru fortreytirnar at finna eina politiska semju sera vánaligar. At kallað saman til nýggjan fund er sum at byrjað av nýggum.

Grundgevingin fyri at samráðingarnar máttu steðga, tí tingfundur er settur á dagssklrá í dag, heldur ikki.

Løgtingsformaðurin er sum kunnugt partur av samgonguni og hann hevur fleiri ferðir útsett tingfund við sera stuttum skotbrá tá okkurt hevur verið galið við Teistanum.

Men apan endar hjá løgmanni, sum hevur valið ímillum at skifta kós ella skrivað út nýval. Hann kann sjálvandi eisini velja at útseta málið, men spurningurin er um samgongan heldur til tað.

Eitt nýval hevði reinsað luftina og er einasta alternativ hjá løgmanni at sleppa burtur úr naggatøgnini, um hann ikki velur at skifta politisku kósina.

Lýsing Lýs her...