Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Løgtingsskrivstovan: Arbeiði við nýggju stýrisskipanini illa frágingið og ikki hóskandi fyri eina stýrisskipan


Skrivað hevur John William Joensen 19.10.2017 - 11:02

Lýsing Lýs her...

…… Uppskotið ber brá av, at tað ikki er gjøgnumarbeitt og tí heldur ikki búgvið til støðutakan hjá Løgtinginum.... skrivar løgtingsskrivstovan í tilmæli til formannskapin og Løgtingið


…. Í hesum uppriti er bert viðgjørt, um hetta uppskotið verður mett í móti Stýrisskipanini og Tingskipanini. Komið verður ikki inn á, um uppskotið gongur í móti grundlóg, heimastýrislóg og milljumtjóðasáttmálum, tá hetta ikki longur er partur av burturvísingargrundarlaginum sbrt §57 í Tingskipanini. Umsitingin heldur kortini, at uppskotið átti at tikið støðu til, hvør status á hesum uppskotinum er í mun til galdandi grundlóg, heimastýrislóg v.m., serliga tí, at hetta uppskotið, um tað verður sett í gildi, í langa tíð kemur at virka viðsíðuna av verandi stýrisskipan, grundarlóg oso.fr…….

Tilmæli frá Løgtingsskrivstovuni:

….. Umsitingin heldur ikki, at uppskotið í verandi líki er búgvið at leggja fyri tingið, serliga tá talan er um eina komandi stjórnarskipan, sum eftir ætlan skal vera karmur um rættarsamfelagið Føroyar í komandi tíðum.

Av tí at talan er um eina stjórnarskipan, metir umsiting tað hava somikið størri týding, at uppskotið er væl gjøgnumarbeitt. Havast skal í hesum sambandi í huga, at ein stjórnarskipan ikki einans er eitt ”politiskt” skjal, men er karmur um tað lóggávu, sum seinni skal gerast. Um hesar ásetingar ikki eru greiðar, verður trupult nakrantíð at staðfesta, hvørt eitt komandi, løgtingslógaruppskot er innanfyri ella uttanfyri hesar karmar, og hvørt mælast skal til burturvísing tá. Til samanberingar kann sigast, at tað arbeiðið, sum liggur aftanfyri verandi stýrisskipanarlóg ( Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya) hevur verið gull vert sum tulkingargrundarlag til hesa, men somu ambitiónir kunnu ikki sigast at vera galdandi fyri hetta uppskotið.’’

Vísast kann á fleiri dømi……..

…… Uppskotið ber brá av, at tað ikki er gjøgnumarbeitt og tí heldur ikki búgvið til støðutakan hjá Løgtinginum. Tað er ikki nøktandi, at ein stjórnarskipan, sum skal vera grundarlag undir okkara rættarsamfelagi og eisini eitt arbeiðsamboð hjá Løgtinginum, ikki hevur viðmerkingar, sum nágreina ella í minsta lagi hugleiða um tær einstøku greinirnar.

Vísandi til tað, sum er ført fram omanfyri, verður mett, at uppskotið ikki er í samsvari við Tingskipanina. Umsitingin mælir tí Formanskapinum til at geva løgtingsformanninum samtykki at mæla tingininum til at burturvísa uppskotinum eftir § 57, stk. 1, nr. 1 í tingskipanini.....

Les tilmælið her

Lýsing Lýs her...