Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Heðin Mortensen, býráðslimur

Nú eru øll glað fyri Sjóvinnnuhúsið

Andrass Skalum, limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna

Valdsins misnýtarar

Símun Gullaksen, formaður Norðoya Fólkafloksfelag

Fiskivinnunýskipanaruppskotið er ov kollveltandi

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Maðurin í nei-hattinum

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

Hvar eru klokkukláru mannagongdirnar og gjøgnumskygni


Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Lúturin


Skrivað hevur tórbjørn jacobsen 16.03.2017 - 17:27

Lýsing Lýs her...
Táið tað í gjárkvøldið frættist, at Fylking á Tvøroyri, av øllum, mælti ímóti at taka undir við uppskotinum um fiskivinnunýskipan, tá hugsaði eg við mær sjálvum, nú standa ikki nógvir kadettar eftir framvið lúnningini hjá Høgna, nú arvasilvurið hjá Javnaðarflokkinum, uttan samanbering, arbeiðararnir við Trongisvágsfjørð, hvessa sær tøkutenn og kløður, fyri at berja hendan akademiska akrobatikkin norðan úr Havn burturav sær sum skjótast.

Onkur familiert nærstandandi hevur annars hildið, at eg higartil havi verið í so hvassorðaður í hesum málinum, men góðar grundir hava verið fyri tí. Onkuntíð skal sterkari lútur til fyri at basa óhumskuni. Boðini frá hvalbingunum (sum eg havi sera stóra virðing fyri), Fylking og øðrum í gjár gjørdu meg uppaftur meiri sannførdan um kósina higartil.

Tey sum hava fingist nakað við politikk kenna hesar ymsu manøvrurnar, ið verða brúktar, serliga táið á stendur. Sjálvur endaði eg í hesum førinum partvíst í eini slíkari manøvru, og eftir at hava sæð og lisið uppskotið má eg bara siga, at høvdu falkaeyguni í nakkanum ikki verið so væl hvest og pussað eftir nógv Harrans ár á teimum bonaðu fjalunum, so hevði eg verið tikin so dyggiliga við reyvini.

Søgan er hon, at táið tað nærkast dystarenda, og alt bendir á, at semja fæst ímillum samgonguna og Sambandsflokkin, kemur stígur kortini í. Onkur stútar ímóti onkustaðni. Hetta er løtan, táið telefonirnar fara at kima. Ikki bara hjá mær, men hjá so nógvum øðrum, sum eisini eru ætlað at reka onnur í rætt.

Nú vóru nakrir tímar eftir til dead-line fyri framløgu, semjan mátti fáast í hús, og sum eg skilti á lagnum frá fleiri úr fleiri flokkum (fiskimálaráðharrin ringdi tó ongantíð), so var tað serliga ein nývorpin sambandsmaður sum stútaði mest ímóti “nýskipanini”. Hví teir hildu meg vera hin rætta til at taka hendan uttanrættaðan, tað er ilt at siga, gamaní hava vit javnan tosað saman hesi seinastu árini, og gera tað enn, men haðani frá til hesa jakstranina, tað var kanska nakað nógv av tí góða.

Eg kendi ikki uppskotið, kanska gjørdi hesin stútarin tað heldur ikki, í hvussu er ikki nágreiniliga, og nú eri eg farin at ivast í, um teir sum ringdu kendu nakað serligt til hetta uppskotið heldur. Men tá eg fekk at vita, at Bárður á Steig Nielsen tók undir við uppskotinum, so mátti okkurt skil vera í hesum. Ella sum eg segði einum teirra sum ringdi, kanska var hetta bara ein Hákun Djurhuus/Vilhelm Nielsen manøvra. Kend frá Sjálvstýrislandsstýrinum fyrst í sekstiárunum, tá løgmaður lat Vilhelm taka sær av teimum parlamentarisku blokadunum, tá tjóðveldis- og yvirtøkuuppskot komu á tingborð.

Eg visti onki um antitrust, økiskvotur og tekniskar niðurlaðingar uppá sikt. Men soleiðis sum tyngdin er t.d. í Tjóðveldis- og Javnaðarflokkinum (Framsókn er ikki annað enn ein desideraður Havnarflokkur) í løtuni, so kundi alt henda, og soleiðis sum vinnuliga landslagið er í Føroyum í dag, so kann ein umfordeiling bara gerast við at minka um aktivitetin í Eysturoy og í Norðoyggjum. Tað var ikki neyðugt at hava sitið í landsstýri og á løgtingi í 13 ár fyri at finna útav, at tyngdin í flokkunum nú fór at gera sær dælt av tí, at stjórnarflokkarnir at kalla onga umboðan hava í Landnyrðings Føroyum.

Tess meiri eg hugsaði tankan, tað sannførdari gjørdist eg um ongantíð at ringja til Stútaran. Sá fyri mær hvussu stóru hjólini í lokalpolitisku mekanismunum á Vaglinum og í Tinganesi vóru farin at snúra. Kendi annars hendan sambandsstútaran bara sum ein serstaka pragmatiskan mann, tí fekk eg, við tí lítla eg visti um málið, ikki hansara støðu í málinum rættiliga til at hanga saman í heildarmyndini. Helst visti hann okkurt um uppskotið, ið var so álvarsligt fyri økið, har hesin hevur sítt upphav, er slektaður og har hann búleikast, at hann var komin at mørkum.

At sita niðri á havnarlagnum sum nývorpin havnarmeistari, táið Fiskavirking/United Seafood fór av knóranum, er ein støða sum eg ikki ynski meg aftur í. Absolut ikki. Tú kundi tað sama verið eftiransari í einum kirkjugarði ella pedellur í einum kapelli. Bondini við upsafløkum steðgaðu, gólvini tordnaðu, kimiligu dámufingrarnir hvurvu, hesin deiligi angin av nýveiddum fiski á betongdekkinum út ímóti bryggjukantinum tordnaði, ræstnaði og rotnaði – og trolararnir lógu og vaggaðu lið um lið – alt bíðaði eftir fútarættinum.

Tíbetur kom kapitalur til, táið verkætlanin skuldi lyftast aftur, og ongin ivingur var um, at tað var ikki hvør sum helst, ið kundi lyfta hesi uppgávuni. Sum í flestu trotabúgvum var alt niðurslitið, og mær er sagt, at eigararnir umframt íløguna sjálva hava brúkt einar stórthundrað milliónir krónur fyri at fáa virkið aftur á rættkjøl. Teir kunnu teljast á einari hond í Føroyum sum megna tað.

Nú er tað fari at bera til, 250 fólk eru tengd at samtakinum, og nú brestur hetta stóra arbeiðsplássið pannuna beint í nýskipanaruppskotið, sum eg nú havi havt møguleikan fyri at lesa.

Flakavirkið hjá Faroe Origin fellur fyri antitrust-ásetingini um fiskasløg, antitrust av heildarveiðuni og ávirkast sjálvsagt eisini av økiskvotunum. Teknikkurin í uppboðssøluskipanini ger tað ikki betri. Hetta kemst fyri ein stóran part av eigaraviðurskiftunum. Eigararnir fara báðir uppum mørkini, og so verður tað lakasta skekla frá og lokað – og í mun til uppsjóvarfiskin og Barentshavið er eitt traditionelt flakavirki tað minst lukrativa og tað fyrsta sum fer um gravarmúlan.

Kanska kennist hetta møðsamt og ovmikið løtt av lokalum áhugamálum at lesa, og eg veit sjálvandi, at ein nýggj fiskivinnulóggáva skal virka fremjandi fyri alt landið, men er útgangsstøðið í lóggávuni hjá landsstýrinum, at gera enda á tí sum riggar, fyri at gera eksperimentið um tað sama í einum øðrum geografiskum høpi umaftur, har ongar royndir og ongin kapitalur (uttan hann í lummunum á teimum sum seldu Fólksins ogn út av firðum og vágum í sínari tíð) er til at taka arvin upp eftir tí, sum fyri tað mesta gongur fyri seg í Landnyrðings Føroyum í løtuni, so er onki høpi í tí sum hetta landsstýrið ætlar at kroysta niður yvir hetta samfelagið.

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu umboðar ikki Tjóðveldisflokkin. Hann umboðar bara borgararnar í kommununi, og hevur sum skyldu at verja býin, táið onkur leypur á hann. At kroppurin sum situr í stólinum nú hevur verið limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag í 43 ár, tað forðar honum ikki í at ganga strangliga ímóti einum uppskoti frá Tjóðveldi og stjórnarflokkum, ið hevur til endamáls at jarðleggja ein stóran part av virkseminum á havnarlagnum í býi okkara.

Hesum eru Magnus Rasmussen, undanmaðurin í borgarstjórasessinum, og stútarin andvegis nýskipanaruppskotinum, og eg ivaleyst samdir um, hóast diametralir politiskir mótsetningar, hava vit okkum tað fyri eyga, fyrst og fremst, at verja býin og kommununa.

Tann størsti trupulleikin við nýskipanaruppskotinum er, at ástøðingarnir, ið hava sjussað seg fram til pappírproduktið, ongantíð hava skilt, at fólk og fæ er ein partur av samfelagnum og lívinum. Teir sita dagar og nætur og gána upp í hesi XL-ørkini, og alt tykist rigga, men fyrst sum hetta kemur nær í námind av fólki og fæi smellur alt í gólvið sum eitt korthús. Veit ikki um XL-arkið var uppfunnið, táið Stalin sat handan múrarnar í Kreml, Honecker í Volvograd og Enver Hoxha í Blloku í Tirana, men okkurt bendir á, at teir heldur ikki ansaðu megina, tærið og lívið í fólki og fæi, tí rapaðu politisku múrarnir kring teir - og upp úr øskudungunum vaks ein nýggjur heimur.

Lýsing Lýs her...