Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Lygn oman á lygn!


Skrivað hevur Heðin Mortensen 23.06.2017 - 09:34

Lýsing Lýs her...

Skjótt er hálvt ár farið av setuni hjá nýggja meirilutanum í Tórshavnar býráð, sum fyrst og fremst skuldi rudda upp og fáa skil upp á tingini, eftir at høvuðsstaðurin hevði verið vanrøktur í so nógv ár. Men synd er at siga, at nakað serligt kemur burturúr – og tað skal undanfarna býráð nú eisini hava skyldina fyri!

Aktuella málið í løtuni er vinnuøkið á Sundi, har ætlanin er at fylla 50.000 fermetrar út við gróti, ið skal koma frá Eysturoyartunlinum. Men hóast hetta er eitt mál, sum í politiskum høpi er so ungt, at tað stórt sæð bara hevur verið viðgjørt í núverandi býráð, førir Gunvør Balle í Tjóðveldi fram, at hetta er eitt mál, sum nýggi býráðsmeirilutin hevur arvað frá undanfarna býráð.

Størri lygn er ikki til, tí veruleikin er – svart upp á hvítt – at tað er núverandi býráðsmeirilutin, sum fult og heilt hevur koyrt málið ígjøgnum og sett øll ynski hjá kaldbaksfólki til viks. Núverandi býráðsmeirilutin eigur stórt sæð alla ta politisku viðgerðina av málinum, og allar avtalur og avgerðir eigur nýggi býráðsmeirilutin fult og heilt!

Einki var avgjørt

Eingin ítøkilig politisk avgerð varð tikin í málinum í gamla býráðnum, har málið ikki kom til politiska viðgerð fyrr enn í oktober mánaði, tá ein meira ítøkiligur fyrispurningur kom frá tunnilsfelagnum um grótið úr tunlinum. Tórshavnar havn, sum Vinnunevndin hjá býráðnum varðar av og har Jákup Dam í Tjóðveldi var ein av limunum, hevði fingið fyrispurningar av ymsum slagi í sambandi við gróti, men eingin avgerð var tikin og enn minni nøkur avtala gjørd.

Í sambandi við, at Tórshavnar kommuna gjørdi eina avtalu við landið um innkomuveg til Havnina, gjørdist spurningurin um grótið frá Eysturoyartunlinum so smátt aktuellur, og greitt var, at skuldi grótið leggjast og brúkast á Sundi, mátti byggisamtyktin broytast. Tað samtykti Tórshavnar býráð einmælt – tað vil siga eisini Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam í Tjóðveldi og Bogi Andreasen í Fólkaflokkinum – tann 30. november í fjør.

Áðrenn ein broyting kann gerast í byggisamtyktini, skal hon liggja frammi í seks vikur til almenna hoyring, og tá var tað, at kaldbaksfólk tóku seg saman og mótmæltu ætlanini um at fylla enn meira út á Sundi og at gera vinnuøkið uppaftur størri. Sjálvur kallaði eg sum borgarstjóri inn til borgarafund í desember, har millum annað varð greitt frá, at einki varð gjørt, fyrr enn hoyringsfreistin var farin.

Vildu ikki steðga tí

Hesar seks vikurnar, sum eru altavgerandi fyri víðari gongdina í málinum, høvdu við sær, at málið slett ikki kundi verða avgreitt av undanfarna býráði, tí hoyringsfreistin var ikki úti, fyrr enn tvær vikur inn í setuna hjá nýggja býráðnum. Við øðrum orðum er tað beinleiðis lygn, tá Gunvør Balle førir fram, at undanfarna býráð hevði skrivað undir sáttmála um, at gróti frá Eysturoyartunlinum skuldi leggjast til vinnuøki á Sundi!

Tvørturímóti er sannleikin tann, at núverandi býráðsmeiriluti hevur havt fleiri møguleikar at vent gongdini í málinum, men hevur ikki gjørt tað! Próvfasti veruleikin er, at heilar tríggjar ferðir hevur býráðsmeirilutin havt møguleika at steðgað málinum í byggi- og býarskipanarnevndini, men hevur ikki gjørt tað.

Hvørki 24. januar, 15. februar ella 2. mars valdi núverandi býráðsmeirilutin at lurta eftir kaldbaksfólkum, sum komu við sínum greiða mótmæli 20. januar, men samtykti við sínum sjey atkvøðum, at byggisamtyktin skal broytast. Sostatt er hetta eitt mál, núverandi býráðsmeiriluti hevur koyrt ígjøgnum fult og heilt – seinast við at samtykkja tað nú týskvøldið við bara sínum egnu atkvøðum.

Einki hendir

Harumframt hevur Gunvør Balle ført fram, at málið kemur at kosta Tórshavnar kommunu nógvar milliónir krónur, um tað nú verður steðgað og at nýggi meirilutin kann ikki steðga tí. Álvaratos, hvat fyri milliónir er talan um? Fyrsta avtala, sum er gjørd yvirhøvur í hesum máli, er tann, sum Annika Olsen í Fólkaflokkinum skrivaði undir tann 26. apríl í ár! Tað er tí hennara undirskrift sum er grundarlagið undir, at næstu tvey árini skulu 75 stórir dumparar um samdøgrið koyra aftur og fram millum Eysturoyartunnilin og Sund.

Bæði í skrift og talu hevur Gunvør Balle ført ósannindi fram í hesum máli, og eg spyrji meg sjálvan, um hetta er tann sami Tjóðveldisflokkurin, sum eg plagdi at hava gott samstarv við. Flokkurin plagdi enntá at føra seg fram sum tann stóri umhvørvis- og náttúruflokkurin, men tað er so farið, og í berum dugnaloysi verður uttan íhald skotið eftir undanfarna býráð – sjálvandi í vón um, at fólk ikki skulu leggja til merkis, at á Vaglinum hendir altso einki! Púrt einki!

Heðin Mortensen

býráðslimur

Lýsing Lýs her...