Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Heðin Mortensen, býráðslimur

Nú eru øll glað fyri Sjóvinnnuhúsið

Andrass Skalum, limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna

Valdsins misnýtarar

Símun Gullaksen, formaður Norðoya Fólkafloksfelag

Fiskivinnunýskipanaruppskotið er ov kollveltandi

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Maðurin í nei-hattinum

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

Hvar eru klokkukláru mannagongdirnar og gjøgnumskygni


Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Maðurin í nei-hattinum


Skrivað hevur Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin 20.03.2017 - 08:31

Lýsing Lýs her...

Tess neiligari blaðstjórin á Sosialinum er, tess størri er frustratiónin og innanhýsis spenningurin í Javnaðarflokkinum

Politisku barometrini eru mong, og eitt av teimum er blaðstjórin á Sosialinum. Barometrið virkar soleiðis, at tess perfidari oddagreinir blaðstjórans eru, tess størri eru innanhýsis spenningarnir í Javnaðarflokkinum.

Heila viku á tamb

Tak farandi vikuna sum dømi. Tann heldur slitni politiski spinnirokkurin hjá Javnaðinum, Sosialurin, kemur út tríggjar ferðir um vikuna, og í øllum trimum útgávum hevur tann burturav politiski blaðstjórin skrivað um Sambandsflokkin og sambandsfólk.

Hugsa tær!

Alla vikuna á tamb hevur sjefstrategurin hjá 14. september-samgonguni, sum eisini er marknaðarleiðari hjá Sjúrði Skaale, sitið múlatrútin í nei-hattinum og brúkt tíð og politisku orku uppá Sambandsflokkin.

Sum tikið verður til, so skal sterkur lútur til skurvut høvd.

Skeiva beinið úr songini

Longu mánamorgunum kom skeiva beini úr songini. Rasandi og froysandi. Hví? Tí Sambandsflokkurin hevur lagt fyri Tingið eitt skilagott uppskot um, at bummgjaldið í Vágatunlinum og síðani Norðoyatunnilin, sum avtalað, skal burtur.

Sama dag ruslaði hann eisini okkurt erkvisið á blað um, at 14. september-samgongan, sum undir Javnaðarflokkinum rekur víðgongdan loysingarpolitikk, brádliga ikki skal eita 14. september-samgongan longur.

Illur um ríkari Føroyar

Týsdagin spældi blaðstjórin aftur falskar tónar á politisku fiólini.

Nú var hann sansaleysur, tí formaður Sambandsfloksins á landsfundi segði, sum rætt er, at okkara flokkur leingi hevur víst á, hvussu útflutningsvirðið Føroya kann tvífaldast – ímeðan útreiðslurnar hjá 14. september-samgonguni spola avstað.

Sjálvur havi eg staðið fyri at kanna, hvussu útflutningsvirðið kann økjast í stórum, og tað stendur klettafast.

At lívverjin hjá Akseli og Sjúrði ilskast inn á uppbyggjandi uppskot, er undrunarvert. Kanska er tað tí, at hvørki Aksel ella Sjúrður eru komnir við uppskotinum?

Snápilin í landskassan

Teir báðir hava verið kúrrir í longri tíð. Aksel hevur fjalt seg úti við lunkaðu fullveldisradiatorarnar úti á Tinganesi, meðan Høgni Hoydal stýrir móti loysingini.

Eitt uppskot um fiskivinnunýskipan er lagt fram, men hvørki í Javnaðarflokkinum ella Tjóðveldi er serliga góð undirtøka fyri tí.

Sjúrður hevur runnið sum fyri lívinum undan sær sjálvum og brotinum á tagnarskylduna, sum hann helst hevði fingið revsing fyri, um løgmaður helt sínar skyldur og tók málið upp.

Meðan tøgn hevur valdað í Javnaðarflokkinum, er blaðstjórin sendur í býin, og tað hava vit so sæð hesa vikuna.

Hósdagin var hann niðri í Vágatunnilin. Rópti og skeldaði um bummgjaldið. Sum skilst vil hann hava eitt annað uppskot enn tað hjá Sambandsflokkinum lagt fram.

Og brádliga er blaðstjórin, sum vil tyngja føroyska skattgjaldaran við sínum privata fjølmiðlastuðuli úr landskassanum, blivin firtin um eina fiktiva ”avgjaldsøði”.

Hví so firtin?

Hví man blaðstjórin hava so ilt í afturpartinum av tí, sum Sambandsflokkurin kemur við og avrikar?

Er tað tí, at Javnaðarflokkurin kortini ikki hevur tað so gott niðri í loysingar-lummanum hjá Tjóðveldinum?

Hevur Javnaðarflokkurin fingið kaldar føtur av uppboðssølu-vavstrinum, sum formaður Tjóðveldis hevur lagt fyri Tingið?

Er neistin til eitt avgerandi innanhýsis stríð birtur?

Hyggja at sær sjálvum

Tað er ein dygd at hyggja at sær sjálvum, áðrenn man fer at finnast at øðrum, og tað átti fullveldisblaðstjórin at roynt onkuntíð.

Hví skulu skattgjaldarar – ígjøgnum ”miðlastuðul” úr landskassanum – fíggja partapolitiska virksemið hjá Sosialinum?

Er tað í lagi, at eitt fyrrverandi starvsfólk hjá Sosialinum, sum nú situr í landsstýrinum, skal tryggja sínum gamla arbeiðsgevara eitt bein at gnaga?

Er tað í ordan, at ein sonevndur óheftur miðil stendur undir liðini á makthavarunum og steinar andstøðuna?

Og hví fortelur blaðstjórin ongantíð søguna um, hvussu tann gamli og fólksligi blaðstjórin og skilamaðurin, Jan Müller, á ljótan hátt varð kroystur úr starvinum og út úr Miðlahúsinum?

Koma sær í óføri

At sita í tí svarta nei-hattinum og fýsa eftir flokkum og politikarum elvir kanska til gleði og gleim í Miðlahúsinum.

Hinvegin er tað neyvan uppbyggjandi fyri Aksel og Sjúrð, sum í seinasta enda koma sær í óføri av blaðstjóranum á Sosialinum.

Forholdið millum Sosialin og 14. september-samgonguna minnir ikki sørt um forholdið millum Breitbart News og Trump forseta.

Fólk duga væl at avlesa barometrið og at gjøgnumskoða politiska spælið fyri gallarínum.

 

 


Lýsing Lýs her...