Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Maria og Óluva styrkja Vejle IF í DM-finaluni í morgin


Skrivað hevur Frælsur Ítróttur 22.09.2017 - 20:07

Lýsing Lýs her...

Í dag fóru Maria Biskopstø og Óluva A. Joensen úr Treysti til Danmarkar, har tær í morgin, saman við Vejle IF, skulu luttaka í liðkappingini í DM fyri gentur 12-15 ár. Seks feløg eru komin í finaluna, sum verður hildin á Østerbro Stadion í Keypmannahavn. Trý feløg úr vestara parti av Danmark (Vejle IF, Aalborg AM og Aarhus 1900) og trý úr eystara parti (Ballerup AK, Greve Atletik og Sparta).

Tað varð heldur óvæntað at Vejle IF kom í finaluna. Tey vilja fegin hava eitt so gott lið sum møguligt í finaluni og tá tey kenna styrkirnar hjá Mariu og Óluvu, sum umboða Vejle IF tá tær kappast í DMU, so kom fyrispurningur til Treysti um at fáa tær báðar til DM-finaluna fyri at styrkja liðið. 

Maria skal renna 800m og 3.000m, meðan Óluva skal luttaka í spjótkasti og kúlustoyti. Finalan byrjar kl. 10.00 føroyska tíð og ein kann fylgja gongdini á hesi leinkjuni: DM-finala 12-15

Bæði Maria og Óluva luttóku fyrst í september í DM fyri ung og har vunnu tær báðar bronsuheiðursmerki. Óluva vann sítt í kúlustoyti og Maria vann sítt í 1.000m boðrenning.

Vit ynskja teimum góða eydnu í finaluni í morgin.

Lýsing Lýs her...