Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Maurice Ross hevur fleiri møguleikar til næsta ár


Skrivað hevur Jákup Ósá 11.10.2017 - 10:48

Lýsing Lýs her...

Tað váttar venjarin fyri Norðlýsinum.


Skotski Maurice Ross hevur í ár fyri fyrstu ferð roynt seg sum venjari í føroyskum fótbólti. Hann bleiv fyrsti venjarin fyri samanlagda felagnum í Suðuroynni og úrslitini hava verið nøktandi, serliga sæð í mun til arbeiðsumstøðurnar, har venjari og hópur kom seint uppá pláss umframt, at eitt nýtt lið skuldi samanspælast. TB/FC Suðuroy/Royn liggur í løtuni á 6. plássi við 29 stigum fyri 25 dystir.


Fleiri føroysk lið vísa Maurice Ross áhuga

Suðuroyingar hava eisini verið so mikið væl nøgdir við Maurice Ross, at teir hava bjóðað honum nýggjan sáttmála. Men tað er ikki vist, at suðuroyingar fáa sín vilja, tí áhugi er frá øðrum feløgum, bæði í Føroyum og uttanlands.

- Eg og TB/FC Suðuroy/Royn hava tosað saman og eg havi fingið bjóðað nýggjan sáttmála, og tað eri eg takksamur fyri. Men feløg frá Føroyum, Noregi og Skotlandi tosað eisini við mín umboðsmann, so eg má taka støðu til, hvat er best fyri meg. Tað er ikki ein spurningur um pengar, men umstøðurnar og ambitiónirnar hjá felagnum er tað, sum eg leggi størsta dentin á, sigur Maurice Ross við Norðlýsið. Hann dylur heldur ikki fyri, at hann trívist væl í Føroyum, og at tað tí er ein møguleiki fyri, at hann verður at síggja aftur í Føroyum i 2018.

Lýsing Lýs her...