Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Mestsum sama veðrið alla dag


Skrivað hevur Hanus Kjølbro 11.10.2017 - 11:14

Lýsing Lýs her...

Miðjan á lágtrýstinum sæst týðulig beint eystan fyri Ísland. Regnið, sum hevur verið í morgun, stavar frá økinum beint sunnan fyri miðjuna á lágtrýstinum. Eitt samanrunnið brúgvalag við nógvum regni sæst yvir Skottlandi og Hetlandi farandi eystureftir ímóti Noregi.

Hampiliga nógvur vindur er í dag. Vindmátarar Landsverks siga frá miðalvindi 15 til 20 m/s úr høgum útsynningi. Hetta er skrið. Hvirlurnar eru í støðum upp í 2 ferðir miðalvindin.

Hendan ættin fer so ymiskt við sær kring landið. Við Viðareiðisvegin er miðalvindurin 6 m/s; á Norðadalsskarði eru 32 m/s. Tað regnar meginpartin av landinum – turrari vestanfyri.

Hetta sama veðrið kann væntast restina av degnum í dag, meðan lágtrýstið fer eystureftir ímillum Føroyar og Ísland: 15 til 20 m/s úr útsynningi, skýggjað, regn ella ælaveður.

Í nátt minkar vindurin niður í 10 til 15 m/s, og tað verður eitt sindur turrari. Fyrrapartin í morgin verður ættin útsynningur. Seinnapartin gongur hann niður ímóti suðuri; um kvøldið eysturhallur sunnan og aftur meira regn.

Hetta lágtrýstið fer ikki at sleppa okkum fyrr enn í morgin. Tí á baki kemur tað næsta. Tað fara vit at kenna í annaðkvøld og fríggjadagin – tá verður fitt av vindi úr suðuri og útsynningi.

Meiri um tað í morgin.

Lýsing Lýs her...