Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Michal Przbylski leikti ongan dyst uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvið


Skrivað hevur Jákup Ósá 21.09.2017 - 20:46

Lýsing Lýs her...

Skála leikarin kundi ikki spæla fyrr í summar vegna manglandi spæli- og uppihaldsloyvið.


Hetta reisti spurningin, um hann hevði leikt uttan loyvini frammanundan, tí Michal hevði búð í Føroyum síðani hann var smádrongur. Hetta var tí eitt heldur løgið mál. Skála hevur frá síni sagt, at einki var at fara eftir (les um tað HER) og nú staðfestir aðalskrivarin í FSF, at Michal Przbylski hevur ikki leikt uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvið.

- FSF hevur kannað málið, eftir at tað verð reist í miðlunum, og hevur FSF fingið prógv fyri, at hann hevur ikki leikt uttan arbeiðs- og uppihaldloyvið, sigur Virgar Hvidbro við Norðlýsið.

Lýsing Lýs her...