Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Miðbýurin byrjar at fáa skap


Skrivað hevur John William Joensen 20.10.2017 - 21:25

Lýsing Lýs her...

Tað gongur væl við arbeiðinum at byggja íbúðir í miðbýnum. Sambært tíðarætlanini, sum nú verður arbeitt eftir skal íbúðarbygningurin standa liðugur í mars mánaða 2018. Men sum skilst verða íbúðurnar ikki tiknar í brúk fyrr enn torgið og økið kring bygningarnar er klárt at taka í brúk.

Fyrireikingar til bygging av deild hjá BankNordik eru eisini gjørdar og harafturat verður ein bygningur bygdur yvir móti Føroya Bjór, har skipan til sjóhita skal verða.

Ætlanin var at hendan skipanin skuldi verða í kjallaranum á íbúðarbygninginum, men hóast rør og annað var gjørt klárt til skipanina vísti tað seg at útgerðin passaði ikki inn í kjallaran,

Tí er serliga pumpuhúsið bygt á økinum og Klaksvíkar Kommuna og Bústaðir eru felags um byggingina.

Vit hava spurt okkum fyri hjá Bústøðum hvat leigukostnaðurin verður fyri nýggju íbúðirnar, men tað verður ikki kunngjørt fyrr enn stutt áðrenn íbúðirnar verða tiknar í brúk.

Størstu íbúðirnar hava trý sovikømur umframt baðirúm og eitt stórt felagsrúm við stovu og køki.

Vit vóru ein túr við myndatólinum. Útsýnið úr øllum íbúðunum er sera vakurt.

Vit lata myndirnar tala fyri seg.
Lýsing Lýs her...