Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Miðnám á Kambsdali søkir eftir tænastustarvsfólkum


Skrivað hevur Miðnám á Kambsdali 13.09.2017 - 11:11

Lýsing Lýs her...

Ert tú tænastusinnað/ur, álítandi og íðin, so hava vit kanska rætta starvið til tín. Vit sóknast nevniliga eftir tænastustarvsfólkum at vera partur av okkara tænastutoymi, sum hevur til endamáls at halda felagsøki skúlans bæði innan- og uttandura.

Talan er um tímalønt størv og arbeiðstíðin er 6 til 8 tímar hvønn skúladag millum 7 og 16. Eisini kunnu væntast eyka uppgávur, tá eingin skúlagongd er.

Starvið verður lønt sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.

Umsóknarfreistin er 25. september 2017 kl. 15.00.

Umsóknin skal sendast til:
Miðnám á Kambsdali
Dalsvegur 1
Kambsdalur
530 Fuglafjørður

ella við telduposti til:
kambsdalur@kambsdalur.fo

Setanarsamrøður verða seinast í viku 39.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Páll Isholm, rektara, á telefon 219930 ella við telduposti til pall.isholm@kambsdalur.fo.

Lýsing Lýs her...