Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Minningarorð um Olgar Andreasen


Skrivað hevur Fróði L. Ejdesgaard 29.03.2017 - 23:32

Lýsing Lýs her...

Nú var fjørðurin rógvin hjá Olgari

Vitjaði hann herfyri, og var hann tíðiliga merktur av sjúku. Fingu eitt drúgt og hugnaligt prát. Hann fylgdi væl við, hvat gekk fyri seg á vágni og úti á fiskimiðunum.

Ringdi javnan til Olgar uttan av havi. Kanska serliga tá fiskiskapurin hevði eydnast væl. Hann spurdi um alt millum himmal og jørð.

Var veiðumaður um ein háls, fiskur, fuglur og súgdjór. Fullur av pátrúgv. Hevði hann droymt, at hann datt oman einar trappur, ja so stóð fiskurin djúpari.

Fyrsta eg minnist til Olgar, er tá man hoyrdi um roktúrarnar hjá Víkingi, eftir kalva í skergarðinum við Ísland. Seinni við snellu við Havsbrún. Tá var rokfiskiskapur av upsa suðuri í korallunum. Ein gevandi og spennandi tíð.

Minnist beint eftir aldarmóti, tá vit vóru byrjaðir at dríva línufiskiskap. Bátarnir vóru sum uppsett torv, frá Fugloynni og líka vestur í Mykines. Og trongligt, sum vera mann. Tá ráddi um at verða fyrstur í VHF-in og siga so nógvar longdarminnuttir sum man kundi, í einum andadrátti. Onkur hevði hug at seta ì NØ SV. Men tá kom henda róliga røddin frá Havsbrún. 2 minuttir í part (0,5 sm) og allir seta N og S! Skuldi man hava 3 táttin, ja so mátti hann í millum hinar báðar.

Nú er seinasta miðurúmið drigið. Varp og boya komið á borðið. Hetta seinasta miðurúmið var møðsamt, ofta rimmarfast í botn. Inn-stimið sleppur tú frá Olgar. Góða ferð yvir um fjørðin. Rokni ikki við at tú kemur at liggja og míla í mótstreymi. Heilsa har uppi og góða frívakt!

Gott er at kenna hitan av hondum íð sleptu.

Friður verið yvir minninum um Olgar á Havsbrún.

Fróði L. Ejdesgaard

Lýsing Lýs her...