Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Heðin Mortensen, býráðslimur

Nú eru øll glað fyri Sjóvinnnuhúsið

Andrass Skalum, limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna

Valdsins misnýtarar

Símun Gullaksen, formaður Norðoya Fólkafloksfelag

Fiskivinnunýskipanaruppskotið er ov kollveltandi

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Maðurin í nei-hattinum

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

Hvar eru klokkukláru mannagongdirnar og gjøgnumskygni

tórbjørn jacobsen

Lúturin

tórbjørn jacobsen

Tráðan


Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Minningarorð um Pápa mín Símun Gullaksen


Skrivað hevur Jóannes Gullaksen 24.06.2016 - 10:15

Lýsing Lýs her...


9. januar 1924  –  ✝ 31. mars 2016


Pápi mín andaðist 31 mars 2016, 92 ára gamal. Sjálvt um tað er ein natúrligur endi at menniskju fara hiðani tá tey eru komin upp í tey árini at tey eru troytt av døgum, so er tað ongantíð ein lættur vegur at yvirkoma saknin av einum sum vit eru góð við. Tað varð nakað yvir klokkan eitt um náttina, ein tungur tími á eini tungari nátt í okkara lívi, náttina til tann 31 mars 2016, tá ljóðið av hansara tunga andadrátti bleiv stigvíst avtakandi og stillur og sjúkrahússtovan bleiv síðan kvirr. Okkara pápi, abbi og langabbi, ið vit altíð sóu upp til sum tann sterkasta og vitandi, okkara hetja kikkaði ikki longur eftir næsta andadrátti. Vit, nøkur av hansara nærmastu, hjálparleys sóu hann fara hiðani. Vit mangla orð til at seta orð á tað tungu løtuna.

Áðrenn eg haldi áfram, vil eg nevna eitt sindur um styrkina aftan fyri mín pápa – mín mamma (Olga). Mamma mín andaðist tann 31. mars 1995 og pápi hann andaðist uppá dagin 21 ár eftir at mamma andaðist. Tey fingu seks børn, ið nevnast frá elst Gulak, Kristina, Petur Gilbert, Jóannes, Sjúrður og Kertin. Tey yngstu, Sjúrður og Kertin eru tvillingar. Sum tíðin gongur sýnist teirra góða lyndi at útvikla seg í okkara eygum, serliga sum eini umhugsin pápi og mamma og abbi og omma følsom sjálvt yvir fyri tí minsta av okkara tørvi og ynskjum.

Tá eg tosaði við pápa í telefonini eina viku áðrenn hann fór hiðani, visti eg líti um at tað var seinastu ferð at eg vildi frætta frá honum. Hann vildi altíð spyrja um hvussu tað gekk við mínum arbeiði, og varð altíð áhugaður í at fáa at vita um hvussu eg hevði tað. Tað var ein fastur táttur eina ferð um vikuna, sum oftast sunnudag, at tosa í telefon við pápa mín fyri at frætta tíðindi heiman ífrá. Men nú er stilt ‘a broken line’ ið ein hevur at venja seg við og tað er eisini ein tung løta at fáa strika nummari á telefonini.

Nù stendur barndómsheimið tómt úti í Hattarvík, og hevur tað fyri tað mesta staði tómt síðan pápi flutti yvir til Klaksvíkar og inn á sambýlið á Heygnum tann 18. februar 2013. Tað blívur ikki tað sama at koma til Hattarvíkar at vitja í frítíðini. Tað fyrstu tíðina eftir at mamma var farin var tað sum eitt tómrúm at koma inn um hur­ðina og nú verður eingin inni til minni um barndómsdagarnar.

Pápi mín var nær knýttur til Hattarvik, har hann hevði búð alt sítt lív. Hann var eisini búgvandi í heiminum einsamallur til hann varð 89 ár, har hann tey síðstu árini fekst við at røkja heima seyðin og hevði sínar dagligu gongutúrar út í fjósið hvønn dag. Hansara umhugsni kom eisini til sjóndar tá hann tey seinnu árini eisini hevði gæs sum hann gav børnum og abbabørnum til Jólar.

Tað verður for drúgt at koma inn á øll minnir og upplivingar frá uppvøkstrinum saman við foreldrunum í Hattarvík. Men eg kann nevna at pápi mín gjørdi nakrar frásagnir hvar meiningin varð at geva eina mynd av hvussu tað var at liva av tí í landið gav av sær til húsarhaldið sum bóndi í Hattarvík í nú farnari tíð, og hvat innihaldið var í gerandisdegnum í sambandi við hetta.

Hesar frásagnir vóru um hagarøkt, haggreiðing av seyði, fjallgongu og fletting, fuglaveiðu, minniligir útróðrardagar og onnur gomul minnir og hendingar. Eg gjørdi seinni eitt upprit av nøkrum av hesum frásagnum sum bleiv samla og bundi inn sum ein bóklingur. Bóklingurin bleiv ein 90-ára føðingardagsgáva til pápa mín.

Tann tíð pápi brúkti til hesar frásagnir vísti hvønn tokka hann hevði til heimbygdina og lívið har í gamlari tíð. Hetta hevur gjørt tað møguligt at tilvirka eitt upprit til at binda inn til bókling í privatari varðveitslu. So má tíðin vísa um tað seinni verður tíð og ein møguleiki til at gerða eitt víðari arbeiðið at gera tað egna til almennari útgávu í bók.

Pápi hevði sítt álit á Gud og Guds orð og ein kærleika til at tosa um Guds orð. Hansara vón var ikki í tí materiella her a foldum men í tí andaliga, Jesus Kristus, hann í skapaði alt. Og orsaka av tí, sjálvt um vit eru vónleys og vit syrgja, so syrgja vit ikki sum tey ið onga vón hava (ápostulin Paulus).

Tá eg hugsaði um at skriva hesi minningarorð til pápa mín, hugsaði eg – hvussu kann eg fáa sagt nøkur fá orð sum eisini geva pláss til øll tey ár av kærleika og styrki sum pápi gav okkum. Eg vóni tó at minningarorðini til pápa í veruleikanum verða teir gerningar í okkara lívið – at vit eru ein váttan til tann kærleika og royndir hann hevur skapt í okkum øllum!

Her vil eg enda minningarorðini til eitt gott menniskja sum pápi var, djúpt saknaður og elskaður av øllum! Mín Gud hevur givið tær tað besta plássið í himlinum.


Jóannes Gullaksen


Aberdeen, 12. juni 2016
Lýsing Lýs her...