Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Mjølnir tryggan sigur á ÍF


Skrivað hevur Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen 08.10.2017 - 16:51

Lýsing Lýs her...
Myndarøð: Mansliðið hjá Mjølnir ætlar sær meir í ár enn vit hava sæð seinastu árini. Tað staðfestu teir við tryggum sigri á ÍF í Klaksvík í dag.

Menninir hjá Mjølnir hava í ár fingið tilgongd av fleiri leikarum, sum vóru við í gylta tíðarskeiðnum fyri nøkrum árum síðani, tá Mjølnir var partur av oddinum í føroyskum mansflogbólti. 

Mjølnir vann Fleyr kappingina fyrr í ár, men tapti fyrsta landskappingardystin móti Fleyr á útivølli 3-0, tó at sett úrslitini bendu á ein rímiliga javnan dyst.

Í dag vitjaði ÍF í Klaksvík. ÍF hevði frammanundan vunnið sín einasta dyst, sum var ímóti SÍ. Mjølnir vann tryggan 3-0 sigur. Sett úrslitini vóru 25-23, 25-21 og 25-13. 
Lýsing Lýs her...