Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Naggatódn Samskipan Føroya?


Skrivað hevur Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther) 12.10.2017 - 20:55

Lýsing Lýs her...

Einaferð helt eitt illavorið fjølmiðlafólk at Skipara og Navigatørfelagið heldir skuldi kallast Skipara og Naggatódnfelagið – helst tí at okkurt verkfall dróg út

Ein kundi freistast til at fylgt hesum fjølmiðlafólkinum eftir, og skírt Føroya Løgting fyri ”Naggatódn Samskipan Føroya”. Í øllum førum, so tykist tað at vera eitt eyðkenni fyri Føroya Løgting, at tað mangan hevur stórar trupuleikar við at taka avgerðir.

Nú skal ein ikki undirmeta tær avgerðir, ið lógtingið skal taka, tí talan er um veruliga álvarsavgerðir, ið vissuliga krevja djúpa, sakliga, fakliga og nágreiniliga viðgerð. Men, fyri okkum, ið eygleiða tingviðgerðirnar uttanífrá (gjøgnum tingvarpið), tykist tað mangan eins og summar avgerðir, ið áttu at fingið langar og nágreiniligar viðgerðir, bara verða samtyktar í eini handavending, og kannska við minnst møguligum meiriluta.

Men, so eru tað onnur mál, ið ongan enda taka! Undir viðgerðunum verður mangan tosað um alt annað enn evnið. Og okkurt bendir stundum á, at summir tinglimir ikki reiðiliga vita hvat tey tosa um! Í illavornum løtum kundi ein freistast til at huksa, at summir tinglimir tykjast so fávitskutir, at tey halda seg vera serfrøðingar innan øll øki. Og við tað at fjølmiðlarnir ikki megna at mótsiga teimum, so sleppa tey við tað.

Somuleiðis fær ein stundum ta fatan, at tað eru 32 flokkar á tingi, og ikki sjey flokkar.

Tað tykist eisini mangan at tinglimir, hóðast øll fitt og huffarslig fólk, bara umboða seg sjálvan, síni egnu áhugamál og sínar egnu veljarar og ongan annan. Og at flokksdisiplin, flokksloyalitetur næstan ikki finnst. Stundum fær ein eisini kannska ta fatan, at gáttin inn í Løgtingið er heldur lág!! (Ja, orsaka ófantaligheitina, men soleiðis kann tað tykjast fyri einum, ið bara lurtar eftir orðaskiftinum á tingi!)

Ikki tí, Guð náði okkum, um bara cand ditt og cand datt sluppu á ting. Tingið skal jú umboða fólkið, og ikki ein ávísan stætt! Men, í einum landi, sum í Føroyum, har tað finnast so nógv skilafólk og fakfólk annars, so haldi eg at ein næstan kann loyva sær at siga, at meðal føroyingurin ikki er umboðaður á tingi. Onkusvegna sálda flokksapparatini skilafólkini frá í lutfallinum trý til eitt!

Tað er helst her, ið farast skal til verka, um nøkur verulig broyting skal koma í! Valevnini eiga at verða vald við stórri umhuga og álvara.

Í grannalondum okkara verða valevnir uppæld, vegleidd og skúlað av flokksapparatinum, soleiðis at tey ikki eru fullkomiliga grøn, tá tey fá ein fólkavaldan sess. Hesum megna føroysku flokkanir tíverri ikki. Í Danmark plægdu tey í gomlum døgum at siga, at fólkatingsvalevni hjá socialdemokratunum byrjaðu í fakfeløgum, síðani í skúlaráðum, í kirkjuráðum, í kommunustýrum, í amtinum, og at enda í fólkatinginum (soleiðis er tað ikki í dag, nú eru tað mangan falleraðir, hálvstuderaðir kandidatar til DJØF, sum skora inn á ting!).

Samstundis, so er tað ikki heilt órímiligt at spyrja, um tað er forsvarligt, at fólk uttan nakrar leiraðaroyndir, fólk uttan nakrar royndir innan umsiting, og fólk uttan nakran fakkunnleika skulu taka stórar og tíðandi avgerðir í álvarsmálum, sum kunnu binda alt fólkið í ártíggjundir? Hví krevst serkunnleiki og útbúgving til alt annað, enn at stjórna landinum? Vit hava sjálvandi eitt embætismannaverk, ið, um alt er sum tað skal vera, veitir tinglimum og landsstýrislimum óheftan fakkunnleika.

Men, lat tað hereftir verða ein aðalreglu innan stjórnmalafrøði ( um tað ikki longu er tað), at ”tápulig fólk, ið eru arbeiðssom, eru sera vandamikil!” Jú minni royndir (skil) og fakligan kunnleika løgtings/landsstýrislimir hava, tess minni lurta tey eftir fakkunnleikanum. Onkrir ”undirdáningar” finnast kannska, men alt ov sjálvdan í Løgtinginum.

Tað eru vissuliga eisini skilafólk í føroyskum politikki, og landsstýrismanningin í løtuni er kannska ein av teimum frægastu. Men, eg haldi ikki at nakar lurtar eftir skilafólkunum - helst tí at hini (tómu tunnirnar) buldra mest. Og fakkunnleikin hevur, sum eina sjálvfylgju, aldrin rætt í Føroyum! Ella er tað tí at føroyska fólkaopiniónin ikki er búgvin til politiskt skilatos? Vónandi ikki!

Eg havi onga lidna loysn uppá hesar trupuleikarnar. Eg eri bara ein eyðmjúkur og undirdánigur lurtari eftir tingvarpinum. Men, ”politikara leiði” – andstygd fyri tinginum kann, sum frá líður, gerast úrslitið av alt ov nógvum og drúgvum politiskum møsni, og ov nógvari politiskari naggatódn. Hendir tað, at fólk fáa andstygd fyri tinginum, so er fólkaræði í vanda. Tí samtíðin hevur víst, at politiskt møsn verður ikki avloyst av skilagóðum politikki, men heldur av enn meira møsni, og av tí sum er mest vandamikið av øllum, at tað verður avloyst av politiskari populismu. Sí t.d. USA!


Lýsing Lýs her...