Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Størv



Til sølu



Løgmaður settur uppá pláss í Javnaðarflokkinum


Skrivað hevur John William Joensen 21.04.2017 - 05:29

Lýsing Lýs her...

Sum skilst hevur Javnaðarflokkurin sent Tjóðveldi eitt upprit har gjørt verður greitt hvat flokkurin kann ganga við til. Og sum skilst hevur løgmaður broytt støðu og stuðlar einum uppskoti, sum broytir munandi uppskotið hjá landsstýrismanninum.

Vit hava ikki fingið viðmerkingar frá Løgmanni, men við IN.fo sigur Løgmaður, í gjárkvøldi,  at talan er ikki um krøv frá Javnaðarflokkinun. Tá IN.fo spyr Løgmann um uppskotið víkir nógv frá uppskotinum hjá landsstýrismanninum vil Løgmaður ikki svara.

Løgmaður gerð greitt í samrøðuni, at hann bara hevur sett ynski fram um at fáa svar áðrenn hann fer av landinum í morgun.

Sum Norðlýsið skilir er talan um eitt upprit, sum greitt vísir hvat ein samlaður Javnaðarflokkur kann ganga við til. So er spurningurin um landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum vil geva seg meira, tí linjan hann hevur ført hevur eftir øllum at døma góða undirtøku í Suðurstreymi.

Harafturat hevur Poul Michelsen ført fram, at uppskotið hjá landsstýrismanninum var ikki so víðgongt, sum Framsókn ætlaði. Men Poul Michelsen segði eisini fyri kortum, á almennum fundi í Klaksvík, at øll tingmanningin hjá Framsókn stóð aftanfyri uppskoti hjá landstýrismanninum. Norðlýsið hevur tó fingið váttan fyri at so er ikki. Tingbólkurin hjá Framsókn er tvídeildur.

Keldur siga fyri Norðlýsinum at Framsókn hevur góðtikið brævið, men tað er ikki vátta.

Løgmaður broytt støðu

Tað er øllum greitt at Løgmaður nú vil hava málið avgreitt, og við at stuðla nýggja uppskotinum, sum er komið frá tí partinum av Javnaðarflokkinum, sum ikki hevur tikið undir við linjuni hjá Landsstýrinum, hevur hann samstundis lagt sjógv ímillum seg og leiðsluna í Tjóðveldi.

Tjóðveldi hevur óivað uppbakking í Suðurstreymoy fyri førdu linjuni hjá Landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og tí er hugsandi at tey neyvan ætlað at bakka fyri Javnaðarflokkinum.

Men skuldu tey gingið undir kravboðini frá Javnaðarflokkinum, er eingin ivi um at hetta málið fær avleiðingar fyri gongulagið í samgonguni frameftir.

Støðan er rættiliga fastlæst, tí uppritið er absolutt tað longsta, sum løgmaður sleppur við einum samlaðum Javnaðarflokki og sum sagt kunnu vit á Norðlýsinum staðfesta, at uppritið, sum er sent Tjóðveldi, liggur langt frá uppskotinum hjá Landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum.

So sannlíkindini fyri at samgongan kann finna semju innanhýsis í samband við nýskipan av fiskivinnuni eru sera smá í morgun.

Løgmaður hart kroystur

Um Tjóðveldi ikki vil geva seg undir semjuna, sum Løgmaður skjýtur upp, eru sannlíkindini fyri nývali ógvuliga stór.  Aksel V. Jóhannesen hevur fráskorið sær møguleikan at samstarva við Fólkaflokkin. Einasta alternativ hjá Løgmanni at telja til 17 í løgtinginum, er tí samstarv við Sambandi, Sjálvstýri og Miðflokkin. Men tað verður ikki uttan Javnaðarflokkurin hálsar um í øðrum málum og spurningurin er um Javnaðarflokkurin megnar tað.

At skrivað út løgtingsval, tí løgmaður ikki megnaði at fáa semju um fiskivinnu nýskipanina, kann neyvan verða ein ynskilig støða fyri Javnaðarflokkin.

Greitt er at Løgmaður er undir trýsti í egnum flokki, tí sum skilst liggur uppritið, sum hann nú hevur sent Høgna, sera langt frá tí, sum teir tríggir samgonguleiðararnir løgdu fram alment á felags tíðindafundi fyri 46 døgum síðan.


Lýsing Lýs her...