Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Nógvar uppgávur fyri framman


Skrivað hevur Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin 07.08.2017 - 12:04

Lýsing Lýs her...

Men alt er endnu i vorden. Nýggj tingseta er byrjað, og uppgávur í stórum tali liggja fyri framman. Niðanfyri umrøði eg nøkur av teimum nógvu málunum, sum skulu loysast.

Fólkatal og tilflyting

Vit eru fyri fyrstu ferð nakrantíð fleiri enn 50 túsund fólk í okkara landi. Ein gongd, sum vit øll eru glað fyri, og eitt tekin um, at okkara samfelag er vorðið rúmligari og meira lokkandi fyri fólk í øllum aldri. Fleiri síggja nú møguleikar, og ynskja at liva teirra lív í Føroyum.

Eisini fólk úr øðrum heimspørtum flyta higar, antin tí tey hava funnið kærleikan, ella tí tey hava fingið arbeiði. Eini 1300 fólk, sum eru úr øðrum londum enn Norðurlondum, eru flutt til Føroya, og tey skulu vera hjartaliga vælkomin. Í heimliga dunnuhylinum kann tað skjótt gerast nakað trongligt og keðiligt, um vit øll hugsa eins, uppføra okkum eins, liva eins og hava eins útsjónd.

Men okkara nýggju borgarar úr fremmandum londum skulu hava eina vælkomu, sum tað sømir seg einum framkomnum samfelag. Tí er tað í tøkum tíma, at integratiónsarbeiðið er tikið uppaftur. Tørvur er á góðari kunning, góðum og fjølbroyttum tilboðum um at læra føroyskt, og betri vegleiðing um atkomu á arbeiðsmarknaðin, so at tey kunnu fáa vinna sær til lívsins uppihald og brúka teirra fakligu førleikar.

Heldur ikki mugu vit gloyma børnini, sum flyta higar, og sum kunnu hava eina torføra byrjan á dagstovnum og í skúlanum. Tað kann vera trupult hjá bæði børnum og starvsfólkunum, sum taka ímóti teimum, at vita, hvussu okkara smæstu nýggju borgarar á bestan hátt kunnu fáa ein góðan gerandisdag í nýggja heimlandinum.

Tak yvir høvdið

Vandi er í hvørjari vælferð, sigur orðatakið, og hóast vit øll fegnast um fólkavøksturin, merkja fleiri fólk jú eisini øktan tørv á bústøðum. Á hesum øki eru vit eftirbátar, tí vit hava ikki megnað at lofta veruleikanum á nóg góðan hátt.

Sum løgmaður segði í síni røðu á ólavsøku, er trýsti bústaðarmarknaðurin okkara størsta avbjóðing í løtuni. Okkum tørvar leigubústaðir við einum kostnaði, har øll kunnu vera við, umframt lestrarbústaðir og vardar bústaðir.

Bústaðir hava givið lyfti um, at 500 leigubústaðir eru klárir í 2019, og

samgongan er farin undir at loysa bústaðartrupulleikarnar, í samstarvi við aðrar aktørar í samfelagnum. Arbeiðið hevur skund, og nógv fólk bíða ótolin eftir úrslitum.

Lívslong læring og arbeiðsmarknaðurin

Arbeiðsloysið er metlágt, og ALS sigur í Ársfrágreiðingini frá 2016, at arbeiðsloysið seinasta ár var tað lægsta í átta ár, og at arbeiðsloysið í Føroyum í 2016 annað ár á rað var tað lægsta í Europa. Eisini ungdómsarbeiðsloysið er sera avmarkað, og sum heild steðga fólk styttri í ALS, enn tá ið tíðirnar eru minni góðar.

Vitanarsamfelagið setir stór krøv til førleikar, sum geva atgongd til arbeiðsmarknaðin. Hesi krøv eru í støðugari broyting, og tí mugu vit vera tilvitað um, at okkara arbeiðsmegi hevur teir røttu førleikarnar til ein arbeiðsmarknað í 21. øld. Eisini fólk, ið ikki fingu sær útbúgving sum ung, skulu fáa atgongd til læring og førleikamenning. Tað er eitt greitt samsvar millum útbúgving og atgongd til arbeiðsmarknaðin, serliga tá ið pendulið sveiggjar tann óhepna vegin, og tíðirnar gerast verri.

Tí er tað gott at vita, at Mentamálaráðið saman við Innlendismálaráðnum og Almannamálaráðnum hevur sett eitt arbeiði í gongd, har allir viðkomandi partar viðgera, hvussu vit best skipa vaksnamannaútbúgving.

Saltið í rúkandi døgurðapottum

Sum løgmaður segði í røðu síni á ólavsøku, er mentanin ein høvuðsorsøk til, at vit búgva júst her. Mentanin er sterkasta megin, ið heldur okkum saman, hóast vit eru ósamd. Kom at hugsa um orðini hjá Churchill, tá ið hann undir krígnum fekk áheitanina um at skerja játtanina til mentan og list, fyri at meira peningur kundi verða til krígsførsluna. Churchill segði kortanei, tí hvat var tá at stríðast fyri?

Samgongan hevur fleiri átøk, sum styrkja karmarnar fyri okkara ríku mentan og list. Úr rúgvuni kann eg nevna, at okkara listafólk skulu hava betri kor at hugsavna seg um sína list, og tí er stuðulin hækkaður bæði til Mentanargrunnin og til film. Ein minstulønarskipan fyri yrkislistafólk skal tryggja arbeiðsnáðir í longri tíðarbil, og loksins fær leiklistin ein virðiligan pall, eitt mál, sum hevur verið á skrá í nógv ár. Fyrstu ítøkiligu stigini til tjóðpallin verða tikin seinni í ár.

Grønu og umhvørvisvinaligu Føroyar

Einar framtíðar Føroyar eru grønar. Hetta er staðfest í samgonguskjalinum, og hesum arbeiða vit fram ímóti. Meðan vit bíða eftir teirri stóru arbeiðsætlanini, einum orkupolitikki fyri Føroyar, gleðir tað meg, at fleiri átøk longu eru sett í verk á grønu kósini, meðan nógv onnur eru ávegis.

Sjøtul er settur á arbeiðið at gera lóg um náttúruvernd, og kunngerðin um luftdálking frá skipum er send til hoyringar. Eisini kunngerðin um sethúsaoljutangar er til hoyringar í løtuni, ein kunngerð, sum hevur stóran týdning fyri bæði umhvørvið og fyri einstaklingin.

Dálkanin av plastikki er tíverri ein óhugnalig hóttan móti fólki og umhvørvi, og nú mugu vit av álvara í hernað móti hesi hóttan.

At hava ilt í sálini

Ólavsøkudag vóru vit til guðstænastu í Dómkirkjuni, og Anne Mette Greve Klementsen prestur helt eina framúr góða og viðkomandi prædiku, har hon millum annað nerti við, hvussu søgur kunnu oyðileggja, og hvussu okkara trivnaður er treytaður av atburðinum hjá okkara medmenniskjum.

Alt ov nógv menniskju hava ilt við at trívast í dagsins samfelag. Tí eri eg fegin um at vera partur av eini samgongu, sum raðfestir hjálpina til fólk við sálarsjúku. Fólkaheilsuráðið raðfestir sálarliga heilsu, nýggjur psykiatari er settur á Landssjúkrahúsinum, og økispsykiatriin er mest sum komin á mál. Harumframt er tað gleðiligt, at sálarfrøðitænastur á miðnámi verða uppraðfestar, tí eisini okkara vakri ungdómur hevur sítt at dragast við. Mín vón er, at røtt og neyðug hjálp verður veitt menniskjum við ringari sálarheilsu, so at eisini tey fáa eina rødd og orku til at fortelja ta góðu søguna um teirra lív. Og eg bíði spent eftir heildarætlanini fyri sálarliga heilsu, sum í løtuni verður gjørd.

Føroyar og umheimurin

Ein heimur er eisini uttanfyri okkara egna urtagarð. Og tað er grundleggjandi at røkja sambond út í heim, bæði fyri vinnulívið og fyri samfelagið sum heild.

Góð marknaðaratgongd og fríhandilsavtalur eru ein fortreyt, og arbeiðið á hesum øki er av stórum týdningi fyri okkara land, ið er nakað avmarkað í vavi, um enn ei í mentan og í andaligum og verðsligum ríkidømi. Altjóða samstarv á nógvum stigum er avgerandi fyri føroysku framtíðina.

Játtainin til neyðhjálp og til menningarsamstarv er fleirfaldað, tí vit eru partur av altjóða samfelagnum og hava eina sjálvsagda skyldu at hjálpa neyðstøddum úti í heimi. Grundtankin er, at føroyskir førleikar og føroysk vitan eisini hava ein leiklut í okkara menningarsamstarvi.

Her hava Guðrun&Guðrun gingið á odda, tí tær hava í fleiri ár havt bindikonur í bæði Jordan og Peru. Góðar fyrimyndir og gott dømi um førleikar, sum vit hava arvað frá okkara formøðrum, og sum nú blóma í nýggjari og nútíðar útgavu.

Fyri framman

Tær tríggjar stóru uppgávurnar – fiskivinnunýskipanin, pensjónsnýskipanin og stjórnarskipanin – hava fingið drúgva umrøðu bæði á tingi og í miðlunum, og summi hava sátt iva um, hvørt samgongan er arbeiðsfør.

Sjálv ivist eg onga løtu í, at okkara arbeiðið ber á mál, vónandi við einum breiðum samstarvi, men her er sjálvandi neyðugt, at allir partar vísa viljan og hugin til eitt breitt samstarv.

Nógv er gjørt, og nógv er framvegis eftir at gera. Eg eri tí spent uppá enn eina tingsetu við eini samgongu, sum raðfestir samhaldsfesti, javnrættindi fyri allar borgarar og eitt vælferðarsamfelag, sum er fyri alt fólkið.


Lýsing Lýs her...