Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Norðfra til Danmarkar


Skrivað hevur Oliver Joensen 12.09.2017 - 09:34

Lýsing Lýs her...

Framleiđsluvirkið Norðfra hevur í vár stovnað fyritøkuna Norðfra Danmark Aps, sum júst hevur latið deild upp í Danmark við goymslu í Faaborg á Fjóni.

Umvegis heimasíðuna nordfra.com hava fólk seinastu tíðina bílagt fisk og fingið hann til dyrnar í øllum landinum.

Undirtøkan hevur verið góð frá byrjan, bæði millum útisetar og danir. Rættilig gongd kom á, tá donsku avísirnar í vikuskiftinum høvdu tíðindagreinar um nýstovnaðu fyritøkuna. Føroyskur fiskur er høgt í metum millum fólk á flatlondum alt meðan tilvitanin, um hvussu stóran týdning tað hevur at eta fisk, alsamt veksur.

Tað er Poul Martin Petersen, sum í nøkur ár hevur havt fyritøkuna Faroefish, ið hevur dagligu leiðsluna av Norðfra Danmark. Hann hevur úr at gera við at avgreiða ordrar og taka telefonina, ið hevur ringt áhaldandi síðan donsku fjølmiðlarnir góvu fyritøkuni gætur.

Poul Martin hevur góðar vónir fyri framtíðina hjá Norðfra Danmark, sum fyribils hevur egnan frystibil og ein sjaffør í starvi.

Lýsing Lýs her...