Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir eftir bilførara til at koyra døgurðar til heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum


Skrivað hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta 18.04.2017 - 17:34

Lýsing Lýs her...

Hevur tú hug til at menna eina nýggja tænastu í tøttum samstarvi við Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) og køkin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so er tað kanska tær við sóknast eftir.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í NBH tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.


Vit sóknast eftir

Bilførara at koyra døgurðar til heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum at byrja 15. mai 2017 ella eftir nærri avtalu. Talan er um nýtt hálvtíðarstarv, sum er í eini menning, har tú kemur at hava ein týðandi leiklut í mun til at tillaga starvið soleiðis, at tað røkkur sínum endamáli.

Endamálið við starvinum er at veita heimabúgvandi borgarum góðan og føðsluríkan kost eftir tørvi. Ein tænasta, sum skal virka fyribyrgjandi og stuðla undir, at borgarin kann búleikast heima sum longst.

Starvið umfatar eisini at fyrireika útberingina í tøttum samstarvi við køkin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tað veri seg at pakka døgurðan og at vera liðið millum borgaran og køkin í mun til ynskir, afturmeldingar, kunning um góða føðslu osfr.

Starvið verður eftirmett aftaná eitt hálvt ár.

Vit vænta av tær, at tú

  • Skilir týdningin av góðari og nøktandi føðslu
  • Hevur áhuga í at arbeiða innan eldraøki
  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  • Hevur vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert virkisfús/ur og hevur áhuga í at menna tænastuna
  • Tolir broytingar í arbeiðsuppgávum

Útbúgving sum heilsustarvsfólk er ein fyrimunur.

Vit kunnu bjóða

  • Eitt jaligt, framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á at stuðla eldri borgarum í at megna sín gerandisdag.
  • Møguleikan at seta tín dám á og vera partur av framhaldandi menning av mattænastuni hjá NBH.


Lønar- og setanartreytir

Verða sambært galdandi sáttmála.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, leiðara fyri NBH, á tlf. 793401 ella við telduposti á marnae@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi, mánadagin 1. mai 2017.

Lýsing Lýs her...