Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir eftir deildarleiðara til Norðoya Røktarheim


Skrivað hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta 09.08.2017 - 20:46

Lýsing Lýs her...

Hevur tú áhuga í leiðslu og vilt vera við til at mynda og menna Norðoya Røktarheim, so er tað kanska tær vit sóknast eftir at skapa góð og virðilig kor fyri tann eldra borgaran.

Vit sóknast eftir
Deildarleiðara til Norðoya Røktarheim at byrja 18. september 2017 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstarv.

Norðoya Røktarheim fevnir um Uppistovu og Niðristovu. Tilsamans búgva 28 fólk á heiminum.


Høvuðsuppgávan hjá deildarleiðaranum er at hava dagligu leiðsluna av Norðoya Røktarheimi grundað á visjónina hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.


NBH er í støðugari menning, og tú fert tí saman við varadeildarleiðaranum á Norðoya Røktarheimi at hava ein týðandi leiklut í hesi tilgongd til frama fyri bú- og starvsfólk.


Førleikakrøv

  • Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Góðan leiðsluførleika
  • Áhuga í at arbeiða innan eldraøkið
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni
  • Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum leiðslutoymi
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • Virkisfýsni og áhuga í at menna tænastuna
  • Fleksibilitet í mun til at loysa arbeiðsuppgávur
  • KT-førleika á brúkarastigi


Vit kunnu bjóða

  • Stórar fakligar avbjóðingar
  • Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv
  • Part í tvørfakligum leiðslutoymi
  • Fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av framhaldandi menning av tænastunum og tilboðunum


Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, leiðara fyri NBH, á tel. 410000, yrkadagar millum kl 10-16 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mánadagin 28. august 2017.

Lýsing Lýs her...