Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Størv



Til sølu



Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir eftir heilsurøktara og heilsuhjálpara til Sambýlið í Bøgøtu


Skrivað hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta 05.04.2017 - 15:22

Lýsing Lýs her...


Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum á Sambýlinum í Bøgøtu, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.

Vit sóknast eftir

  • Avloysara fyri heilsurøktara á setanarbrøki 0,75 at byrja 1. mai 2017 ella eftir nærri avtalu til 30. apríl 2018.
  • Avloysara fyri heilsuhjálpara á setanarbrøki 0,73 at byrja 1. mai 2017 ella eftir nærri avtalu til 30. apríl 2018.

Starvssetaninar kunnu møguliga leingjast.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Á Sambýlinum í Bøgøtu búgva 8 fólk.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Sambýlinum í Bøgøtu tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Førleikakrøv

  • Útbúgving svarandi til størvini
  • Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
  • Góð samstarvsevni
  • KT-førleika á brúkarastøði

Vit kunnu bjóða

  • Stórar fakligar avbjóðingar
  • Spennandi og sjálvstøðug størv
  • Gott samstarv við onnur fakfólk

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Pállfríðu Petersen, deildarleiðara, á tlf. +298 793425.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mánadagin 24. apríl 2017.

Lýsing Lýs her...