Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir eftir námsfrøðingi ella starvsfólki við líknandi førleikum


Skrivað hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta 09.08.2017 - 20:42

Lýsing Lýs her...

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tann eldra borgaran, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.

Vit sóknast eftir
Einum samskapara við arbeiðsbrøki 0,5 til at skapa ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag saman við búfólkunum, ið búgva á búeindunum í NBH.

Talan er um barnsburðarfarloyvisstarv frá 1. september 2017, ella skjótast til ber, og fram til mai 2018 ella møguliga longri. Starvið er knýtt at Ergo- og fysioterapieindini.

Tú kemur at starvast saman við einum øðrum dugnaligum samskapara, ið somuleiðis er settur hálva tíð.


Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.


Førleikakrøv

  • Persónligar eginleikar, ið kunnu kveikja ein lívsjáttandi gerandisdag
  • Útbúgving innan námsfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving
  • Áhuga í at arbeiða saman við eldri borgarum
  • Góð samstarvsevni
  • Áhuga í og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi
  • KT-førleika á brúkarastøði


Vit kunnu bjóða

  • Stórar fakligar avbjóðingar
  • Spennandi og sjálvstøðugt starv
  • Gott samstarv við onnur fakfólk


Í NBH leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, men av tí at teir persónligu eginleikar viga sera tungt í hesum starvi, tilskila vit okkum rætt til at javnseta persónligar eginleikar við fakligar førleikar.

Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært avvarðandi sáttmála.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Hedevig Matras, deildarleiðara á Ergo- og fysioterapieindini, á tlf. +298 793460.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mánadagin 28. august 2017.

Lýsing Lýs her...