Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Norðoya Bú- og Heimatænasta og søkir eftir heilsurøktara til Norðoya Røktarheim


Skrivað hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta 05.04.2017 - 15:16

Lýsing Lýs her...

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum á Norðoya Røktarheimi, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.

Vit sóknast eftir

  • Avloysara fyri heilsurøktara á setanarbrøki 0,75 at byrja skjótast til ber, ella eftir avtalu, til 15. september 2018.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskifti.

Á Norðoya Røktarheimi búgva 28 fólk á tveimum eindum, Uppistova og Niðristova.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum á Norðoya Røktarheimi tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Førleikakrøv

  • · Útbúgving sum heilsurøktari
  • · Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
  • · Áhugi og royndir innan demens er ein fyrimunur
  • · Góð samstarvsevni

Vit kunnu bjóða

  • · Stórar fakligar avbjóðingar
  • · Spennandi og sjálvstøðugt starv
  • · Gott samstarv við onnur fakfólk

Lønar- og setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Ásu Hanusson, deildarleiðara, á tlf. +298 793430.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mánadagin 24. apríl 2017.

Lýsing Lýs her...