Elding

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jóhann Lützen

Saman at standa

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

Ein skúli aftrat loysir ikki trupulleikan

Ragnar Ludvig

Hjartalag Guds

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður

Nixon og Hoydal: I am not a crook

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrislimur í TSK

Kann onki fáa frið uttanfyri høvuðsstaðin?

Sjúrður Skaale (Tala hildin á fólkafundi í Lítlu Dímun 8. juni 2017).

Lítla Dímun - lítil oyggj, stórur varði

Hanus Hansen, reiðari

Heimaflotin harðast raktur


Úr videosavninum



Kunngerðir



Til sølu



Norðoya Javnaðarfelag stuðlar samgonguni


Skrivað hevur Norðoya Javnaðarfelag 17.03.2017 - 07:43

Lýsing Lýs her...

Norðoya Javnaðarfelag stuðlar sitandi samgongu í at fremja eina fiskivinnunýskipan, tí neyðugt er við tillagingum ella broytingum 

Á mongum økjum er lagt upp til, at meira kann fáast burturúr okkara tilfeingi, samstundis sum gjøgnumskygnið verður betri. Men felagið tekur ikki fult undir við øllum lutum í verandi uppskoti, sum er sent til hoyringar. 

Á mongum økjum er uppskotið torskilt, og ikki er nóg væl greinað, hvat avleiðingarnar kunnu blíva - tað vil so vera, tá ið óskil hevur valdað so leingi! Norðoya Javnaðarfelag kann undir ongum umstøðum taka undir við, at arbeiðarar missa arbeiði! Ei heldur, at vinnurekandi føla seg ótrygg. 

Vónandi fara hoyringarnar at lýsa betur, hvussu víðfevnt uppskotið veruliga er. Sum í øllum tingingum, so kann lorast á bæði borð. 

Okkara vón er, at politikarar, arbeiðarar og vinna framyvir draga somu línu, til frama fyri okkum øll.

Lýsing Lýs her...