Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



NSÍ vann á B36


Skrivað hevur Jákup Ósá 11.02.2017 - 01:12

Lýsing Lýs her...

Bæði liðini mintu meir um at vera eykalið, tá venjingardystur var fríggjakvøldið.


NSÍ spældi móti Víkingi mikukvøldið við einum liði, sum líktist tí sterkasta, meðan B36 hevur venjingardyst móti 07Vestur leygardagin og helst raðfestir tann dystin hægri. Tí báðar uppstillingarnar bendu á, at talan var nærmast um eykaliðini. B36 stroymaði dystin, sum fyri tað mesta var hampiliga javnur. Í seinna hálvleiki hevði B36 kanska leikliga yvirvág, men NSÍ var vandamikið uppá kontraálop og skoraði eisini uppá okkurt av tí slagnum. Endaliga úrslitið var 3-1 til NSÍ.


B36-NSÍ

0-1: Aron Knudsen

1-1: Gestur B. Dam

1-2: Jann Martin Mortensen

1-3: Steffan Løkin


B36 byrjaði við hesum liðnum (4-2-3-1): Rói Hentze – Erlendur Magnussen, Andrias Eriksen, Eli Christiansen, Jóhan Eiler Simonsen– Magnus H. Jacobsen, Gestur B. Dam, Philip Lund, Hugin Samuelsen, Benjamin Heinesen – Jógvan Skeel Nolsøe. Seinni komu Gilli Samuelsen, Bjarni Petersen, Mathias Thomsen, Áki H. Olsen, Ragnar Samuelsen og Kristian Eliasen inn.

NSÍ byrjaði við hesum liðnum (4-4-2): Eli Joensen – Pætur Hentze, Mórits H. Mortensen, Jóhann Gaardbo, Jannik Olsen – Jann Benjaminsen, Aron Knudsen, Magnus Olsen, Jann Martin Mortensen – Hans Marius Davidsen, Jonleif Højgaard. Seinni komu Sølvi Sigvardsen, Steffan Løkin og Jógvan Højgaard inn.


B36 stroymaði dystin, ið kann síggjast við at klikkja á HER

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=DMB2aFqXQwY]


Lýsing Lýs her...