Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Nú kemur lív aftur í miðbýin


Skrivað hevur Heðin Mortensen 11.02.2017 - 15:00

Lýsing Lýs her...

Nú eru fleiri tiltøk av miðbýarætlanin framd og hava virkað eina tíð. Torgið í Steinatúni er eitt dømi. Veghæddin í býarhúsinum verður brúkt sum almennur veristaður hjá øllum borgarum. Her er kunningarstova, Gómagott og apotek, sum fór úr miðbýnum fyri 40 árum síðan, men sum nú er komið aftur í miðbýin.

Eisini heldur okkara tekniska umsiting her. Eitt samlað arbeiðspláss til gagns fyri allar borgarar. Hugnaligt er at síggja og hoyra, hvussu glaðir borgarar eru fyri hetta átak, sum undanfarna býráð setti í verk og framdi.

Eg gleði meg nú til at hálvtakið, sum skal setast mitt á torgið, sum ætlað verður sett upp. Hetta kemur at geva lívd til teirra, sum bíða eftir bussinum.

Næsta stigið er at fara yvir um vegin og eisini flisaleggja alt, soleiðis at trygt verður hjá fólki at koma til og frá.

Alt hetta hevur skapt lív í gongugøtuna við nógvum hugna. Og virksemið fer bara at økjast, nú várið stendur fyri durðum. Vit fingu eisini Handilskjarnan latnan uppaftur, har nú Mylnan og Burn halda til. Her koma sera nógv folk til og frá. Hetta gevur eisini aktivitet til handlarnar til allar handlarnar í miðbýnum.

Nú vóni eg, at nýggi meirilutin førir miðbýarætlanina víðari, har vit sleptu. Alt annað hevði verið bæði synd og skomm fyri Havnina. Men livst, so spyrst.

Heðin Mortensen

Lýsing Lýs her...