Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Nú Sprettur á fold og spírar . .


Skrivað hevur Bergur Jacobsen, prestur. Mynd Dávur Winther 12.04.2017 - 10:24

Lýsing Lýs her...

Soleiðis tekur Andreas Andreasen til í kenda hásongi sínum, og tað er eisini hettar, ið eyðkennur størstu kristnu høgtíðina, páskirnar, at foldin vaknar, og tað sum fyrr var deytt andar og sprírar av nýggjum, sjálvt um Hann kanska ruskar eitt sindur um høgtíðina. Paulus apostul sigur eisini: Tað verður sáað forgongiligt, men rísur upp óforgongiligt! (1.Kor 15,42b)

Sæddar frá einum verðsligum søguligum sjónarmiði, eru páskirnar ein løgin høgtíð. Tí sæddar frá hesum sjónarmiði er jú talan um eina fiasko av rang. Hann sum nøkur fá tændur í einum avkróki av heiminum høvdu sett sítt álit á, doyði ein skemdardeyða. Og tað hevur neyvan verið nøkur stór sensatión í Jerusalem tá tað hendi, tí tað vóru mangir av slagnum.

Sæð frá einum verðsligum søguligum sjónarmiði, so átti Jesus bara at veri ein dropi í gloymskunnar havi, tí sæð frá hesum sjónarmiði, so var lagna hansara so fatækslig og og lítið týðandi, at hann átti at blíva gloymdur!

Fyri til fullnar at skilja hvusu óbetýðulig lagna hannsara var, so noyðast vit at flýsa tvey túsund ár av kristnari søgu burturav honum, og venda aftur til fatækamannin, ið bara var virkin allment í eitt, ella hægst trý ár.

Og kortini so hevur hann og lítli skarin fyrstu kristnu páskirnar sett djúp spor í heimssøguna. Ikki bara til tað góða, tíverri, tí Jesus hevur verið og verður frammvegis misnýttur og misskiltur. Men, fiaskoin er vorðin til stórsigur, og lítli vinarskarðin til milliardir av trúgvandi menniskjum gjøgnum øldirnar.

Paulus mistók seg ikki, tá hann segði at tað verður sáa forgongiligt, men rísur upp óforgongiligt. Tað sum ikki sá út av mongum langafriggjadag, er enn sprell livandi okkara millum í dag!

Ein marimessudag seint í átjanhundraðtalinum (stutt eftir at pavin hevði boðað frá at Maria fór beinleiðis til himmals) hittust ein skotskur guðfrøði professari í Aberdeen og ein rómversk katólskur prestur á gøtuni.

Professarin vendi sær til katólska prestin og segði: Sig mær nú sum er, hvør munur er veruliga á mammum okkara, og á mammu Jesusar? Tað veit eg ikki reiðiliga svaraði presturin, men eitt veit eg, og tað er, at tað er munur á synunum tær fingu!

Tað er munur á monnum í hesum førum – vit vera helst gloymd um hálvtrýss, hundrað ella um túsund ár. Tó eru vit øll fødd við Guðs mynd í okkum! Men, ongantíð var Guðs-myndin sjónligari í nøkrum menniskja, enn í Jesusi skíriskvøld, langafríggjadag og páskamorgum.

Tann megin, sum hevur gjørt tey trý árini og hin lítla vinarskarðan til tvey túsund ár og til milliardir av menniskjum, er enn livandi okkara millum í teirru heilagu vónini, sum reis við sólini páskamorgum, og sum gerst livandi okkara millum, hvørjaferð vit halda páskamáltíð.

Satt segði Paulus um Jesus sum frummgróðurin: tað verður sáað í vannvirðu (langafríggjadag) ,men rísur upp í dýrd (páskamorgum). (1.Kor 15,43a)

Og tí tora vit við fríðmóð at syngj saman við Kingo í týðing Dahls:

Sum ígjøgnum sortar skýggja

kemur fram hin gylta sól,

so at bølmyrkjur má flýggja,

lýsir í um tind og hól,

so úr grøv upp Jesus stóð

og úr djúpum deyðans sjó,

vann á døprum deyðaváða

árla í páskamorgumroða.

Tú til lívs meg upp skal vekja,

tað er tín uppreisnarnáð;

lat tey leiðið um me tekja,

lat meg verða maðka bráð,

lat mær gloypa eld og sjógv,

eg í trugv tó og i rógv (ró)

doyggji, tí úr deyðans londum

bjargist eg av tínum hondum.

(Sálmabókin 198, v.1 & 6)

Lýsing Lýs her...