Føroya Sjómannadagur

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Bjarni Hammer, Bjørt Samuelsen og Magni Arge

Samgongan: Fiskidagarnir óbroyttir næsta fiskiár

Jóannes M. Olsen

Jósef

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Vælkomin á Summarfestival

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Nógvar uppgávur fyri framman

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri

Vilhelm 75


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Nýggja nevndin í Mentanargrunninum farin til verka


Skrivað hevur Mentamálaráðið 10.01.2017 - 21:07

Lýsing Lýs her...

Mynd: Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, saman við limum og varalimum í nevndini í Mentanargrunni Landsins. Frá vinstru: Gulla Øregaard, limur, Leif Hansen, Limur, Sunnvá Bæk, varalimur, Sissal Kampmann, varalimur, Ingun í Skrivarastovu, forkvinna, Ivan Niclasen, varalimur, Urd Johannesen, limur, Kristina Joensen, varalimur, Dagfinn Olsen, varalimur og Annfinnur Heinesen, limur.

Nývalda nevndin í Mentanargrunni Landsins var í vikuni á fundi í Mentamálaráðnum. Á fundinum kunnaði Rigmor Dam, landsstýriskvinna, nevndina um grunnin og um, hví landsstýrið hevur valt at hækka játtanina til Mentanargrunnin við 1,1 mió. kr. í 2017.

Í nýggu nevndini eru Ingun í Skrivarastovu, forkvinna og Gulla Øregaard, Leif Hansen, Urd Johannesen og Annfinnur Heinesen. Varðalimir eru Sissal Kampmann, Kristina Joensen, Ivan Niclasen, Sunnvá Bæk og Dagfinn Olsen.

- Økta játtanin er ein liður í málinum at uppraðfesta játtanina til mentanar- og listastuðul, sum landsstýrið hevur sett sær fyri at fremja, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

Komandi tvey árini verður játtanin til Mentanargrunn Landsins stigvíst hækkað við 1,1 mió. kr. um árið. Í fíggjarlógini verður økta játtanin til Mentanargrunnin grundgivin við, at hon fer at skapa enn størri trivnað og fáa enn fleiri av okkara ungu at velja Føroyar sum landið, har tey liva og virka.

Mentamálaráðið, 10. januar 2017

Lýsing Lýs her...