Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Nýggjar bátabrúgvar í Klaksvík


Skrivað hevur Klaksvíkar kommuna 14.07.2017 - 16:39

Lýsing Lýs her...
Bátaeigarar og onnur kunnu gleða seg til nýggja maritima depilin, sum byrjar við nýggjum bátabrúgvum á Vágni

Í dag er avtala gjørd millum Klaksvíkar kommunu og finskan veitara um nýggjar bátabrúgvar, sum eftir ætlan verða tiknar í nýtslu á Vágni í heyst.

Málið um nýggjar bátabrúgvar varð stovnað í farnu býráðssetu og ferð er veruliga komin á arbeiðið í hesari setuni. Í fyrsta umfari verða fimm mió.kr. brúktar uppá nýggju bátabrúgvarnar, og tað er teknistovan hjá Ósbjørn Jacobsen, sum hevur teknað nýggju bryggjuna, sum eisini sæst á myndunum.

Signhild V. Johannesen, virkandi borgarstjóri og forkvinna í Mentanarnevndini, sum í dag hevur undirskrivað avtaluna vegna býráðið, fegnast um verkætlanina, sum eisini kann stimbra mentanarlívið í kommununi. – Maritimi depilin fer at geva fantastiskar umstøður at njóta sjógvin, sum vit øll hava so tætt at lívinum, uppá ein nýggjan og spennandi máta, sigur Signhild V. Johannesen.

Í arbeiðstilgongdini hevur sambandið við bátaeigararnar í økinum havt stóran týdning og tí hava tey øll havt møguleika fyri at svara spurnarblaði og geva sína meining til kennar. – Bátaeigararnir eru jú alt annað líka tey, sum koma at brúka bátabrúgvarnar mest, so tað er umráðandi fyri okkum, at tey kenna seg hoyrd í ætlanini, sigur Tummas Lervig, formaður í Havna- og Vinnunevndini.

Nýggju bátabrúgvarnar eru millum fyrstu stigini í størru heildarætlanini, sum er skapanin av einum maritimum depli við sjóvarmálan í Klaksvík.

- Tað hevur alla tíðina verið ein partur av samlaðu miðbýarætlanini, at maritima umhvørvið skuldi koma til sín rætt, og nýggju bátabrúgvarnar eru ein liður í hesum, so við teimum fáa bátaeigararnir betri umstøður, umframt at vit øll fáa eitt vakrari útsýni við sjóvarmálan, sum við tíðini verður uppaftur snøggari og betri samanhangandi, so hvørt, sum tær mongu verkætlanirnar í miðbýnum taka skap og gerast lidnar, sigur Tummas Lervig.

Lýsing Lýs her...