Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Nýsettur professari heldur fyrilestur um vindorku


Skrivað hevur setur.fo 20.03.2017 - 12:48

Lýsing Lýs her...

Hans-Georg Beyer er týskur alisfrøðingur við serkunnleika innan gransking í varandi orku. 16. desember í fjør varð hann settur í starv á Fróðskaparsetri Føroya fyri at menna gransking og útbúgving innan varandi orku

 

Nýsetti professarin hevur starvsroyndir úr Týsklandi, Brasilia og Noregi.

 

Sum siður er, tá ið professari verður settur, so verður skipað fyri professarafyrilestri mikudagin 22. mars kl. 15. Fyrilesturin verður í Ovastovu, og evnið verður gagnnýtsla av vindorku – um søguna, um aktuellu støðuna og um framtíðina.

 


Lýsing Lýs her...