Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Og maðurin við lortaspannini er: Búi Tyril!


Skrivað hevur Sjúrður Skaale 10.04.2017 - 12:54

Lýsing Lýs her...

So fingu vit aftur at vita, hvørjir flokkar eru kristiligastir og mest føroyskir. Sannleikans riddari eitur Búi Tyril


Beint fyri býráðsvalið fingu allir havnaborgarar borið eitt blað, sum var eitt langt álop á Heðin Mortensen.

Eingin visti hvør hevði gjørt tað - hóast politiski observansurin ikki var at fara skeivur av. Hann var tann sami sum hjá teimum, ið nøkur ár frammanundan høvdu sent út eitt yvirlit yvir, hvussu kristiligir - ella ókristiligir - føroyski flokkarnir vóru.

Og í morgun hendi tað aftur.

Úr sínum skýmaskoti steinaði onkur eftir ávísum flokkum, ávísum persónum og KVF.

"Ákærurnar" hesaferð eru gamlar og kendar: Meðan nøkur (t.d. Fólkaflokkurin) seta "kristnu lívvirðini" hægst, gera onnur tað ikki. Meðan nøkur (t.d. Fólkaflokkurin) eru rættir føroyingar, eru onnur "kulturdanskarar". Meðan nøkur (t.d. Fólkaflokkurin) mugu stríða sín kamp einsamøll fyri lítlan almennan stuðul, verða onnur stuðlað av tí kulturdanska og loysingarsinnaða almenna stovninum, KVF.

Javnaðarflokkurin endar í "skeiva" partinum hvørja ferð - og sjálvur verði eg nevndur við navni sum "KVF-politikari".

Tað er nú nokkso stuttligt.

Tað er eingin loyna, at Javnaðarflokkurin heldur tað vera alneyðugt, at vit hava ein sterkan, almennan fjølmiðil. Men vit eru ikki altíð nøgd við viðgerðina, og sjálvur havi eg ofta harðliga kritiserað KVF - bæði tá politisk mótstøðufólk og partafólk hava verið órættvíst viðfarin.

Men fyri hesi dulnevndu fólkini snýr tað seg ikki um fakta og innihald. Tað snýr seg um at ala fram tann fordóm, at meðan nakrir landsmenn eru óføroyskir og ókristiligir, so eru aðrir (t.d. Fólkaflokkurin) góðir, kristnir føroyingar.

Búi Tyril

Seinast hesir persónar vóru upp á spæl, fingu vit at vita, at Estra hevði prentað ta dulnevndu lortaspannina, sum Posta síðani bar út, og soleiðis stoytti í høvdið á Heðini Mortensen.

Men Estra vildi ikki siga hvør hevði bílagt uppgávuna - og tað vildi Posta heldur ikki. Tað hevði við sær nógvar atfinningar móti almenna partafelagnum - og nú er politikkurin tíbetur broyttur.

Eg ringdi nevniliga til Posta í morgun og fekk at vita, at felagið "Bravogolf" hevði bílagt útberingina.

Felagið hevur eina teldupostadressa: "sixidron@nordixis.com". Og telefonnummarið er 449627. Tá tú ringir til tað, svarar ein ensk rødd. Men tá tú biðjur um at tosa við stjóran, fært tú ein føroying í hornið - Búa Tyril.

Alla ábyrgdina

Eg tosaði við hann eina góða løtu í morgun, og spurdi m.a. hvønn rætt hann hevði at bera eitt skriv í hvørt hús, har eg og onnur verða lýst sum óføroysk og ókristilig.

Hann segði seg ikki hava skrivað faldaran sjálvur. Hann hevði bara greitt hann til prentingar, og sent hann til útbering hjá Posta, segði hann.

Eg minti hann á, at vit hava talufrælsi í Føroyum - men at tað er undir ábyrgd. Tað merkir, at tú kanst siga hvat tú vilt - men tú mást standa við tað. Í einum rættarsamfelag kann ábyrgdin ikki hvørva.

Eg greiddi honum so frá, at tann, sum hevur skrivað faldaran (um tað altso ikki er Búi sjálvur), ikki hevur mansmót til at standa við síni orð. Tað er orsøkin til, at hann hann hevur nýtt Búa sum millummann.

Men tað merkir altso ikki, at ábyrgdin hvørvur.

At hvítvaska pengar er líka álvarsamt sum at stjala pengar. At selja stolnar vørur er líka álvarsamt sum at stjala vørurnar.

Eg veit ikki um eg trúgvi Búa tá hann sigur, at hann ikki hevur skrivað faldaran sjálvur. Men tað er líka mikið.

Búi Tyril er í hesum føri sum tann, ið hvítvaskar stolnar pengar og tann, ið selur stolnar vørur.

Siga vit, at hann ikki hevur skrivað faldaran, er fortreytin fyri øllum svínarínum kortini Búi Tyril. Tað er hann sum forvinnur pengar uppá dirvisloysi hjá øðrum. Ábyrgdin er hansara. 100%. Og hvussu er inntil hann sigur, hvør hevur rindað honum fyri uppgávuna.

Helst visti Búi ikki, at Posta hevur broytt politikk, og nú upplýsir hvør umbiður og rindar fyri slíka útbering.

Vónandi kann henda vitan gera, at hetta nú heldur uppat. Eg haldi ið hvussu er at hann skilti tað, eg segði við hann.

Gott fyri Fólkaflokkin

Hóast tað er rættiliga týðuligt, at tann, teir ella tey, sum hava staðið fyri hesum afturvendandi tiltøkunum stuðla Fólkaflokkinum, hevur flokkurin sjálvur sjálvsagt ikki ábyrgdina. Hann verður tvørturímóti eisini raktur av illgruna og illgitingum.

Um tað steðgar orsakað av nýggja politikkinum hjá Posta, er tað tí ikki minst gagnligt fyri Fólkaflokkin.

Lýsing Lýs her...