Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Og so fall tosið aftur niður á grind


Skrivað hevur Jákup Petersen 11.09.2017 - 16:23

Lýsing Lýs her...

Lækni skrivar: Meðan áfødd børn fáa heilaskaða í móðurlívi orsaka av royking og alkohol, børn og vaksin fáa álvarsligar heilsuskaðar og eitt heilt ættarlið stendur til at fara fyri skjeyti. Ja, so verður ferð eftir ferð tosað um grind, sum í verunleikanum ongin enn hevur fingið nakran skaða av.

Sum tey flestu vita, so er kyksilvur at finna í nógvun mati. Serliga havdjór og fiskur sum eru høgt uppi í føðiketuni hava kyksilvur í sær. Tað er ikki tann stóri munur av kyksilvurinnihaldinum í unghvali og eldri kalva. Hvat skulu vit gera við tað?

Í matvøruhandlum er ikki sørt av kyksilvuri á hillunum. Serliga um tú leitar eftir tun og makrel. Hvat gera vit við tað?

Væl av kyksilvuri er í bæði havtasku og steinbíti. Hvat gera vit við tað?

Ongin í Føroyum hevur fingið skaða av kyksilvuri og sum eg havi skrivað fyrr, so er grind spakuliga á veg úr okkara matskrá. Hóast hetta hava fjølmiðlar púra ókritiskt ferð eftir ferð viðgjørt hetta evni eisini í tinginum og sett stovnar til at arbeiða við hesum ístaðin fyri, at arbeiða við verunligu heilsuvandunum í Føroyum.

So meðan eitt heilt ættarlid av børnum er við at fara fyri skeyti við forkálking, sukursjúku, høgum blóðtrysti o.s.fr. ársaka ovuráti og skeivari føðslu við fastfood o.l. so verður tosað um grind.

Meðan børn í móðurlívi árliga verða fødd í Føroyum við heilaskaða, sjúkum og øðrum brekum ársaka av, at mamman hevur tikið alkohol, roykt og so framvegis. Ja, so verður tosað um grind.

Mammur sum roykja undir graviditeti og eftir at hava átt, seta børnini í álvarsligan vanda. Hetta vísa kanningar um allan heim.

Trupulleikin við lágari føðivekt og ov tíðliga fødd børn er, at vandin er harafturat øktur fyri lammilsir, heilaskaða og læritrupulleikar.

Vandin fyri at eiga ov tíðliga verður øktur við umleið 40%. Hesar mammur eiga tvær ferðir so ofta deyðfødd børn, fáa graviditet uttanfyri lívmóðrina, bløðing undir graviditet, lívmóðurkakan loysn, varra- góma spalta, lág føðivekt, asthma,bronchitis, lungnabruna.

Trupulleikin við lágari føðivekt og ov tíðliga fødd børn er, at vandin er harafturat øktur fyri lammilsir, heilaskaða og læritrupulleikar.

Sum eg áður havi framført so eru tilmælini innan kyksilvurdálkaðan mat ætlaði til, at verja børn og børn í móðurlívi. Vit vaksnu tola nógvar ferðir meira og kunnu stórt sæð eta grind sum vit vilja.

Seinast rok varð í grindamálinum og avvarandi stovnar skilagott mettu tað ikki neyðugt at gerða meira við málið enn, at vísa til tilmælini frá WHO, varð so nógvur hiti undir, at ávísir stovnar í sínum eintingum settu forboð fyri, at eta grind á stovninum. Sum frá leið gjørdis greitt at hetta var ørskapur. Hesar eldri kvinnu høvdu etið grind alt lívið og sett vælskapt og skilagóð børn í heimin. Men vóru so skilagóðar at lata vera við at roykla og drekka øl

Tað verður statistiskt fødd 6 - 7 børn árliga í Føroyum við heilaskaða orsaka av, at mamman hevur drukkið alkohil undir graviditetinum.

Hvussu nógv alkohol skal til fyri at skaða barnið er ilt at siga. Flestu kanningarnar benda á at tað skal sera lítið til – ein øl um vikuna hevur víst seg at verða nóg mikið.

Sætt at siga skal so lítið til at fleiri av vesturlondunum siga at ungar kvinnur als ikki skulu leska alkohol. Hetta mest tí, at heilin longu eftir 3 viku graviditet kann fáa skaða. Hetta er so tíðiliga, at mamman ofta ikki veit av at hon er uppá vegin.

Heilaskaðin hjá barninum verður ofta róptur FASD (fetal alkohol spectrum disorder) ella FAS (fetal alkohol syndrome), og er so mikið eyðkendur, at tað ofta sæst á andlitinum hjá barninum sum hevur smá eygu, tunna yvirvørr sum sær eitt sindur stramm út upp ímóti nøsini.

Barnið hevur hjartatupulleikar, heilin er lítil og vanskaptur. Harafturat hevur barnið sum tað veksur til vánaliga koordinatión, ringt at konsentrera seg og kenslu- og samstarvstrululleikar. Seinri í lívinum kemur ofta kriminalitetur uppí og trupulleikar við at hava støðugt arbeiði.

Rokna vit við at vit liggja á leið við okkara grannalond so føðast árliga í Føroyum 6 børn við FASD og eitt barn við FAS.

Hetta er nakað ítøkiligt sum mynduleikarnir áttu at arbeitt meira við og ikki spilla sína tíð við grindaspurninginum væl vitandi, at grind ikki hevur skætt eitt einasta barni í Føroyum.

Føroyingar sum heild eta lítið av grind og ungar konur enn minni. So her er als ongin trupulleiki. Vilja vit barninum í móðurlívi væl so skulu ungar konur ikki drekka alkohol og roykja. Men tað er ongin trupulleiki um tær halda áfram at eta grind eins og áður

Harafturat kemur ein sera stórur trupulleiki tá barnið er komið úr móðurlívi og veksur upp. Eg hugsi um broyttað etingarmynstrið, sum hevur tikið seg upp eisini í Føroyum. Her hugsi eg serliga um fast-food. Liðugt gjørdur matur, sum nú kann fáast á hvørjum gøtu horni og etast beinanvegin. Vit fáa her trupulleikar við, at ov nógv verður etiðl og samansetingin av matinum verður eisini skeivur við ov nógvum feitti og sukri. Harafturat rørir ungdómurin seg alt minni og gerst sostatt støðugt feitari.

Vit hava her stórar trupulleikar við heilsuni, har tú nú sært børn við trupulleikum, sum fyrr næstan bert vóru at síggja millum tilkomin fólk. Høgt blóðtrýst gerst alt vanligari. Tað slagið av sukursjúku, sum vanliga rakar tilkomin fólk, sæst nú alt meira millum børn og ung. Tíðandi trupulleikar í beinagrindini hjá børnum hava nú eisini tikið seg upp.

Tá hesi børnini verða vaksin kemur heilsuskipanin at fáa úr at gera við at viðgera teirra trupulleikum í hjarta-æðra, lungu, nýrum og beinagrind. Tey fáa ein vánaligari lívskvalitet og koma helst at liva styttri. Leggur tú so afturat hesum, at børnini í Føroyum eru við at seta norðurlandamet í royking, so er ongin ivi um, at vit hava ein risa heilsutrupulleika, sum avvarðandi mynduleikar nú mugu taka í álvara.

Hugsi um hetta og gloym grind sum ikki hevur skatt eitt menniska í Føroyum.

Jákup Petersen

Lýsing Lýs her...