Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Andrass Skalum, limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna

Valdsins misnýtarar

Símun Gullaksen, formaður Norðoya Fólkafloksfelag

Fiskivinnunýskipanaruppskotið er ov kollveltandi

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Maðurin í nei-hattinum

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

Hvar eru klokkukláru mannagongdirnar og gjøgnumskygni

tórbjørn jacobsen

Lúturin

tórbjørn jacobsen

Tráðan

Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag

Verandi rættindi í vanda


Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Ogn Føroya fólks ein beint frammaná


Skrivað hevur Óli Samró 17.02.2017 - 09:53

Lýsing Lýs her...

Landsstýrissamgongan má angra, at tey settu niður nýskipanarnevndina. Nevndin hevur givið politisku fiskivinnunýskipanar ætlanunum ein so beint frammaná!

Ogn Føroya fólks

Longu í fyrsta broti mæla tey til: “at orðingin um ogn Føroya fólks verður tikin úr lógartekstinum, og at endamálið við umsitingini av livandi tilfeinginum heldur verður tikið upp og neyvari lýst í viðmerkingunum til lógina. Í staðin mælir nevndin til, at regulerandi ásetingar verða settar í lóggávuna, har ítøkilig støða verður tikin til, hvussu rætturin at gagnnýta tilfeingið verður skipaður, og hvussu virðið kemur samfelagnum til góðar.”

Somuleiðis siga tey: “Nevndin metir, at lóggávan eigur beinleiðis at áseta, hvussu hetta virði skal koma føroyska búskapinum og vælferðini hjá tjóðini til góðar. Hetta eigur at verða skipað við beinleiðis regulerandi ásetingum í lóggávuni og ikki við orðingum um ogn Føroya fólks, sum ikki í sjálvum sær staðfesta nakra rættarstøðu ella skyldur sambært lóggávuni!

Arbeiðið hjá nevndini átti at enda her. Tey skuldu steðgað á og sagt við politiska myndugleikan: Hvat meina tit við? Og so fingu tey uppgávuna aftur, tá politiski myndugleikin staðfesti í veruligum orðum, hvussu orðingin “Ogn Føroya fólks” skal skiljast.

Eisini Búskaparráðið fær av at vita fyri at misnýta hugtakið “ogn Føroya fólks”: “Nevndin metir, at orðingin hoyrir ikki heima í sjálvum lógartekstinum. Orðingin kann elva til ivamál, og til at rættarstøðan verður misskilt ella í besta føri skilt ymiskt og kann skapa stríð um, hvør rættarstøðan eigur at vera. Sum dømi um, hvussu orðingin um ogn Føroya fólks hevur verið skilt, kann vísast til frágreiðingina frá Búskaparráðnum á vári í 2000”.

Tað er framúr gott, at serfrøðingarnir hava tikið armarnar afturum á populisiskum politikarum og frøðingum, ið sleingja um seg við politiskum flosklum. Nýskipanarnevndin hevur stórt rós uppiborið fyri, at endiliga hevur ein serfrøðingabólkur greitt boða frá, at hugtakið “Ogn Føroya Fólks” er eitt politiskt slagorð, ið als ikki er kjølfest í løgfrøði.

Politiskir arbeiðsbólkar

Vanligt er, at politikarar seta nevndir ella serfrøðingabólkar í týðandi politiskum málum, at tryggja sær, at serfrøðingarnir byggja undir tann politiska viljan. Teirra íkast skal vera fakligt og akademiskt. Antin við at velja persónarnar eftir tí, teir hava úttalað seg um áður, soleiðis at politikarin veit, hvat hann fær, ella við at skriva arbeiðssetningin, so arbeiðsbólkurin verður avmarkaður til at útgreina politisku ynskini.

Samgongan og fiskimálaráðharrin valdu loysnina við eini nevnd við óheftum serfrøðingum javnt sett saman av fiskivinnufólki, lógarfólki, búskaparfrøðingum og fiskifrøðingum, nøkur við praktiskari, onnur við teoretiskari vitan, nøkur í vinnu og onnur í umsiting og gransking, at greina politiska viljan og ætlanirnar, avtalaðar eru í samgonguskjalinum.

Álitið er helst nógv tað besta “factsheetið” skrivað um føroyska fiskivinnu. Partarnir í álitinum um tað faktuella er framúr væl skrivað.

Her verða ikki viðgjørdir kapitlarnir við tilmælum um uppboðssølu av rættindum, kvotuskipan heldur enn fiskidagar, tilfeingisrentan, alt til lands og nógvu ymisku tilmælini. Her er nevndin tíverri mangan farin frá at vera serfrøðingar til at blanda seg upp í politiskar raðfestingar.

Vandin hjá politiska myndugleikanum við at seta ein serfrøðingabólk er, at bólkurin kemur við einum áliti, ið sigur ímóti politiska viljanum. Álitið frá Nýskipanarnevndini má vera ein stórur trupulleiki hjá landsstýrissamgonguni.

Óli Samró

Lýsing Lýs her...