Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Heðin Mortensen, býráðslimur

Nú eru øll glað fyri Sjóvinnnuhúsið

Andrass Skalum, limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna

Valdsins misnýtarar

Símun Gullaksen, formaður Norðoya Fólkafloksfelag

Fiskivinnunýskipanaruppskotið er ov kollveltandi

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Maðurin í nei-hattinum

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

Hvar eru klokkukláru mannagongdirnar og gjøgnumskygni

tórbjørn jacobsen

Lúturin

tórbjørn jacobsen

Tráðan


Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



VIDEO: Oliver og Elsa selt Norðlýsið


Skrivað hevur John William Joensen 16.02.2017 - 21:03

Lýsing Lýs her...

Eftir drúgt áramál sum eigari og stjóri ynskti Oliver at minka um arbeiðsbyrðuna og hevur í kvøld selt fjølmiðilin. Jóhann Lützen verður nýggjur høvuðseigari og nýggjur stjóri ímeðan Oliver heldur fram sum blaðstjóri.

Eftir drúgt áramál sum eigari og stjóri hevur Oliver Joensen valt at minka um arbeiðsbyrðuna við at selja Norðlýsið. Í kvøld vórðu skjølini undirskrivaði.

– Eg havi verið partur av Norðlýsinum í 40 ár og tíðin er nú komin at loyva yngri kreftum framat. Eg fari tó framhaldandi at verða partur av redaktiónini sum blaðstjóri, sigur Oliver Joensen.

Nýggju eigararnir eru Jóhann Lützen, Jóannes Skorheim og Palli Skorheim.

- Hetta er ein veldiga spennandi avbjóðing, sum eg gleði meg at fara í gongd við. Norðlýsið er ein mentanarberi her norðuri og eg fari at gera mítt til at tryggjað at Norðlýsið framhaldandi verður ein savnandi snúðningsmiðil har fólk, virkir, stovnar, politikarar, áhugafeløg, frítíðarfelagsskapir og onnur kunnu leita sær fram boðskapir og eisini kunngerða sínar boðskapir, sigur Jóhann Lützen

- Av tí at Torradagar eru í hesum døgum og skoðbráði gjørdist nakað stutt hava vit valt at hava móttøku komandi fríggjadag.

Í hesum sambandi verður móttøka á Rygsvegi 3, har Norðlýsið heldur til, fríggjadagin 24. februar kl . 15 - 17. Øll eru vælkomin.

Í samband við eigaraskifti kemur eitt serblað fríggjadagin í komandi viku. Deadline er týsdagin kl. 17.

[vimeo=http://vimeo.com/204440551]


Lýsing Lýs her...