Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



OPIN ÁHEITAN til NYSETTA KVF-stjóran


Skrivað hevur Virgar Dalsgaard 15.06.2017 - 08:55

Lýsing Lýs her...

Sjálvt um tann "nýggi" KvF-stjórin ikki tekur við starvi, fyrr enn tann 1. september, má hann vera interesseraður og engageraður í, hvussu kringvarparar tíggja sær í tí "interregnum", sum valdar góðar 2 og 1/2 mánaða afturat.

Hann má vera rættiliga forfardur av at eygleiða, hvussu ógvislig tann politiska slagsíðan er blivin í okkara sonevnda "public service"- organi hesa allarsíðstu tíðina.

Ætlar tann komandi stjórin at halda fast við síni føgru og skilagóðu orð um, at hann í sínum virksemi vil stremba eftir at vera neutralur og ikki ørindadrongur fyri tjóðveldisflokkin ella protektor fyri eina manipulerandi manning av politiserandi mikrofondreingjum?

So fær hann skjótt tjansin til at vísa, at tað er mansevni í honum.

Hann má krevja "fjøllbroytni" og steðga tí óklæðiliga tendentiøsa journalistikkinum í bæði politiskari debatt og tíðindafluttningi hjá kringvarpinum.

Tað, sum hendir beint nú í fiskivinnumálinum, er heilt óacceptabult fyri teir allarflestu licensgjaldarar.
KvF "smíðar" í løtuni skammleyst heilt manipuleraði tíðindi fyri at skøva útyvir, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum framvegis kann sleppa at skulka sær undan ábyrgd við at lúgva seg burtur úr sínum misgerðum.

Komandi kringvarpsstjórin má tala at og vísa, at hann hevur seriøsar planir og ætlar at fáa tamarhald á síni missionerandi tjóðveldismanning.

Fjøldin hevur fingið nokk av heilavaskandi trúbodarum úr tjóðveldissektini.Tað verður í tólvta tíma, at hann handlar. Tí fáur torir í dag at líta á kringvarpstíðindi.

Komandi stjórin má steðga "republican service" og skipa fyri "public service" (almenna tænastu) til hart plágaðar licens-betalarar, so skjótt sum hann fær nakra ávirkan í okkara miðlum.


Vit kunnu ikki blíva við at finna okkum í einum medium, sum er minni seriøst enn í einum av golfstatunum ella einum midamerikonskum banan-tjóðveldi.

Hví spyrja mikrofonjassarnir slett ikki sporlaministarin, NÆR hann leggur frá sær? Tað hevði hent HVØNN dag í civiliseraðum londum.

Finnur hann ikki hurðina sjálvur, má løgmaður koyra hann frá.


Lýsing Lýs her...