Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Størv



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Ósannindi um upptøku á Tøknibreyt borin fram í Útvarpinum


Skrivað hevur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður 10.06.2017 - 14:26

Lýsing Lýs her...

Í tíðindasendingini á middegi í dag segði stjórin á Glasi - óátalaður, - at ungdómar í Suðurstreymi ikki hava møguleika at sleppa á Tøknibreytina í Tekniska Skúlanum í Klaksvík

Hetta eru ósannindi. Men Útvarpið hjá Kringvarpinum lætstikki um vón. Tí hesar reglur:

Tvey upptøkuøki fyri “vanligu” breytirnar

Sambært lóg eru tvey upptøkuøki í landinum til tær mest vanligu gymnasialu breytirnar, so sum Náttúrubreyt, Hugbreyt og Fyrireikingarbreyt.

Øll sleppa á Tøknibreyt í Klaksvík

Men tá talan er um Tøknubreytina og Tilfeingisbreytina, sum eru serstakar, tí tær einans eru ávikavist í Tekniska Skúlanum í Klaksvík og í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, ber til hjá ungdómi úr øllum landinum at sleppa inni á hesar breytir.

Eitt av sermerkjunum við eitt nú Tøknibreytini í Klaksvík hevur verið, at næmingar úr øllum landinum, eisini úr Suðurstreymi, hava tikið hesa útbúgving.

Politiskt hevur higartil verið hildið fast við, at Tekniski Skúlin í Klaksvík og Fiskivinnuskúlin í Vestmanna (Miðnám í Vestmanna) skulu hava hvør sína serstaka gymnasiala breyt: Tekniski Skúlin í Klaksvík, Tøknibreyt og Fiskivinnuskúlin Tilfeingisbreyt.

Men sitandi samgonga hevur nú broytt hesa siðvenju, við í Glasi at sníkja inn sonevnda Tøknileið, ið líkist rættiliga neyvt Tøknibreytini í Klaksvík.

Tað næsta verður ivaleyst, at Glasir byrjar við Tilfeingisleið, meinlík henni í Vestmanna og ein Heilsuleið, meinlík heilsuútbúgvingunum í Suðuroy.

Smærru skúlarnir í hafti – meðan tann stóri ger sum honum lystir

Ólukkan er, at politikkurin, sum samgongan nú førir, við tíðini kann fara at ganga út yvir Tekniska Skúlan í Klaksvík. Og seinni fara hinir lutfalsliga smærru miðnámsskúlarnar í útjaðaranum eisini at merkja broytingarnar.

Tí ímeðan stórsti miðnámsskúlin, Glasir sleppur at gera sum honum lystir, við at fara undir somu breytir (nevndar útbúgvingarleiðir), sum smærru skúlarnir hava havt einsamallir, - sleppa smærru skúlarnir ikki inn á øki hjá Glasi, við at bjóða út aðrar breytir.

Til dømis kann Tekniska Skúlin í Klaksvík enn bara bjóða út Tøknibreyt, tá talan er um gymnasiala miðnámsútbúgvin. Ikki eitt nú Náttúrubreyt og Hugbreyt.

Nýggja politiska leiðin fer at krevja, at allir miðnámsskúlarnir frítt sleppa at kappast um næmingarnar og harvið eisini at bjóða út tær breytir, sum grundarlag er fyri í økinum.

Lýsing Lýs her...