Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Ósømilig ósannindi frá løgmanni


Skrivað hevur Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum 08.10.2017 - 10:39

Lýsing Lýs her...

Hvar er stílurin hjá einum løgmanni, sum brúkar ósannindi til at penta søgur saman, ið ikki hava hald í veruleikanum?

Fullveldisretorikkurin hjá formanni Javnaðarfloksins í sjónvarpinum í gjárskvøldið gevur nú baksláttur.

Í Degi & Viku kom hann við einum ótrúligum pástandi um, at Edmund Joensen, Bárður á Steig Nielsen og Lisbeth L. Petersen í 2006 tóku undir við formælinum til sonevndu ”stjórnarskipanina”.

Hetta eru ósannindi, ið eru løtt at vísa aftur við dokumentatión, og tað er ófatiligt, at ein løgmaður sigur ósatt um ikki færri enn trý fólk.

Undirritaði hevði sum landsstýrismaður í fíggjarmálum viðmerkingar í sonevnda ”Jólaálitinum” hjá Jóan Paula Joensen frá 2006. Hann var formaður fyri arbeiðinum við sonevndu ”stjórnarskipanini”, og handaði táverandi løgmanni nevnda álit.

Mínar viðmerkingar vóru m.a.:

”Í uppskotinum eru ásetingar sum eru ivasamar í mun til valdstríbýtið í galdandi grundlóg. Staðfestast kann ikki um ætlanin er, at Grundlógin skal verða galdandi saman við Stjórnarskipanini. Í formælinum til Stjórnarskipanina stendur, at “henda stjórnarskipan er fram um lógir”.

Sostatt hevði undirriaði longu í 2006 álvarslig fyrivarni viðvíkjandi einari ”stjórnarskipan”, ið ikki viðurkennir Grundlógina.

Allur Sambandsflokkurin hevði somuleiðis álvarslig fyrivarni longu í 2006. Í sínum viðmerkingum í ”Jólaálitinum” skrivaði táverandi floksformaður, Kaj Leo Holm Johannesen, floksins vegna ein tekst, ið m.a. sipaði beinleiðis til formælið í táverandi uppskoti til ”stjórnarskipan”:

”Sambandsflokkurin er av teirri fatan, at henda lógin (”stjórnarskipanin”, mín viðm.) skal koma í staðin fyri verandi stýrisskipanarlóg, og skal tí vera á sama rættarstigi sum hendan (tað vil siga undir donsku grundlógini og Heimastýrislógini). Sambandsflokkurin ynskir tí, at lógin verður orðað soleiðis, at eingin ivi kann vera um hetta”.

Hervið eru ósannindini hjá formanni Javnaðarfloksins afturvíst.

Hvørki Edmund Joensen, Bárður á Steig Nielsen, Lisbeth L. Petersen ella nakar annar í Sambandsflokkinum tók undir við formælinum.

Aftur og aftur roynir formaðurin í Javnaðarflokkinum at billa fólki inn, at Sambandsflokkurin av taktiskum orsøkum ikki tekur undir við ”stjórnarskipanini”. Tað rætta er, at Sambandsflokkurin meinar tað í álvara, at Ríkisfelagsskapurin og samstarvið í honum er størsti fyrimunur fyri Føroyar. Og í mótsetning til Javnaðarflokkin taka vit ikki undir við loysingini.

Formaður Javnaðarfloksins er snaraður 180 stig síðani løgtingsvalið, tá ið hann segði seg vera samríkismann – og tað fer at standa fyri hansara egnu rokning.

Tann, sum stendur í beinleiðis sjónvarpssending og pellar, verður sjálvandi avdúkaður, og tað klæðir als ikki einum løgmanni – og tað er heldur ikki góður stílur – at ein løgmaður brúkar ósannindi sum argumentatión.


Lýsing Lýs her...